Hondbóltur

Mettoppskjúttin: - Vit eru eitt meira búgvið lið nú

Kanska Elias ikki fer at spæla líka nógvar bóltar út til mín, tá vit fara at kappast um fyrsta plássið, skemtar søguligi høgri vongurin eftir søguliga HM-plássið er í hús. Toppskjútti við 11 málum og dagsins spælari í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-16 21:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað snúði seg mest um at fáa okkara hugburð, kropsburð og annað uppá pláss. Tað var skjótt, at vit fingu tamarhald á dystinum.

Soleiðis sigur Hákun West av Teigum um munin á Føroyum fyri steðgin og eftir steðgin. Høgri vongurin heldur, at Føroyar vísti seg sum meira búgvið lið nú, enn í HM-røkkstøkkdystunum móti Norðurmakedónia fyri tveimum árum síðani.

Umframt at føroysku menninir skrivaðu søgu við at spæla seg til sítt fyrsta HM-endaspæl, skrivaði 24-ára gamli høgri vongurin sjálvur søgu, tá hann skoraði sítt sætta mál.

Við hesum er Hákun West av Teigum (242 mál uppá 42 dystir) farin frammum landsliðslegenduna Hanus Joensen 238 mál uppá 54 dystir)

- Tað er sjálvandi stuttligt, men nú kann eg nokk vænta færri bóltar frá Eliasi í framtíðini, helt Hákun West av Teigum fyri skemtandi. Hann varð toppskjútti við 11 málum og kosin dagsins spælari í kvøld

Hákun er 29 mál frammanfyri javngamla spælskiparan á "all-time" mál listanum, sum sæst á handballstatz.com

Hoyr samrøðu við Hákun West av Teigum, sum skjótt skal hugsavna seg um at spæla um Champions League-pláss og um Final Four í Champions League, ovast

Elias Ellefsen á Skipagøtu sat uttanfyri við skaða í dag. Hoyr samrøðu við hann, gjørd undan dystinum, her:

Elias: - Eg veit at teir fara at gera alt fyri at koma til HM

Seinni HM- røkkstøkkdysturin:
Í dag, leygardagin 16. mai, við Tjarnir
Føroyar - Bosnia-Hersegovina 33-28 (15-17) - samanlagt: 57-50


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder