Hondbóltur

Video: Tað var bitturt seinast - so fantastiskt at tað eydnaðist hesa ferð

Vilhelm Poulsen spældi ógvuliga væl í HM-røkkstøkkdystunum. Høgri bakkurin staðfestir, at liðið fekk nógv uppá pláss til 2. hálvleik í heimadystinum, og at tað hevur nógv at siga at nú spæla seg til eitt HM.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-17 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Millum tað at heilsa uppá familju og skriva autografar á hallargólvinum við Tjarnir, hevði Vilhelm Poulsen tveir minuttir at tosa við okkum.

Sum vera man var 26-ára gamli hoyvíkingurin fegin; eisini tí føroyingar fingu vent dystinum móti Bosnia-Hersegovina eftir ov vánaligt verjuspæl fyri steðgin.

Les meira: Føroyar skulu til HM-endaspælið í januar

Vilhelm Poulsen vísti annars, sum vanligt, sínar stóru verjudygdir og stóra týdning fyri føroyska liðið.

Og fyriuttan tvey brend skot samanlagt, var Vilhelm Poulsen lýtaleysur, tá hann royndi seg við skoti: Níggju mál samanlagt og harvið var nummar 25 næstbesti føroyski málskjúttin í teimum báðum HM-røkkstøkkdystunum.

Hoyr samrøðuna við Vilhelm Poulsen ovast

[object Object]

[object Object]

[object Object]Nakað at fegnast um hjá Vilhelmi Poulsen og hinum (Myndir: Sverri Egholm)

Føroyar kunnu ikki enda í heimbýnum hjá Vilhelmi Poulsen í bólkaspælinum: Hannover hýsir tveimum miðumfarsfólkum. Bakkurin hevur sáttmála við Hannover-Burgdorf næsta kappingarár eisini.

Les eisini: Skulu til Týsklands beint eftir 10. januar næsta ár - lutakastið verður 10. juni

Mettoppskjúttin: - Vit eru eitt meira búgvið lið nú

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder