Fótbóltur

Topp trý rennur avstað - tveir dystir í kvøld

B36, KÍ og NSÍ vunnu á útivøli - síðstnenvda vann stórt, KÍ samanumtikið greitt og B36 eftir strev á Skála. HB-EB/Streymur og AB-Víkingur byrja klokkan 18.30. FM1 sigur frá báðum dystunum.

B36 er í løtuni ellivu stig frammanfyri grannarnar hevur tvífalt so nógv stig (Mynd: Sverri Egholm)

B36 er í løtuni ellivu stig frammanfyri grannarnar hevur tvífalt so nógv stig (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-18 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annar triðingur, tíggjunda umfar, í Meistaradeildini hjá monnum fór av bakkastokki í gjár.

Topp-trý liðini høvdu útidystir á skránni. Øll endaðu við trimum stigum.

Hjá B36 var talan um tógvið stríð á Skála. Gamaní hevði útiliðið onkrar stórar møguleikar beint fyri og beint eftir steðgin, men við møguleikunum hjá Maxwell Effiom og Simon Jørgensen, burdi Skála verið á odda, áðrenn Dávid Biskopstø Andreasen var á blettinum fyri B36 í 58. minnutti. Stutt seinni økti Bogi Reinert-Petersen eftir horna, men Skála kom beinanvegin inn í dystin aftur (Maxwell) og legði stórt trýst móti endanum. B36 stóð ímóti og er framvegis á 2. plássinum.

Hinumegin fjørðin legði B68 seg tíðliga á odda við góðum beinleiðis frísparki hjá Marjusi Nón. Men skjótt kom tungt trýst á heimaliðið á Toftum, og tað var spurningur um tíð, áðrenn KÍ javnaði. Tað gjørdi Árni Frederiksberg við høgrabeins fluktara beint fyri steðgin, og tað varð "Árna-show" á Svangaskarði: Tvey mál og tvey upplegg í 1-4 sigrinum hjá ágangandi KÍ-liðnum, sum hongur í. 7'arin brendi eitt brotsspark men var greitt dagsins maður. 

[object Object]
Árni Frederiksberg hevur nógv flest málstig í deildini. Í gjár legði hann fýra afturat - í kvøld spælir Víkingur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Á Dungasandi vann oddaliðið stórt. Álopsmaskinan hjá NSÍ koyrdi av álvara, meðan 07 Vestur sær út til at hava sínar trupulleikar. Marius Kryger Lindh og Emil Weihe Joensen skoraðu tvey mál hvør fyri NSÍ, sum fekk seks.

Samrøður og samanumtøkur í sambandi við dystirnar hoyrast á fm1.fo

Í kvøld spæla trý av teimum fýra liðunum, sum hava ellivu stig. Tvey teirra, AB og Víkingur hittast á Argjum. Víkingur hevur vunnið samanlagt 9-1 í tveimum dystum á uppflytarunum í ár (landskapping og steypakapping), men ikki vunnið +í landskappingini síðani liðini hittust í Sarpugerði 12. apríl. Hetta hóast Víkingur hevur spælt fýra dystir á rað móti liðum undir sær (fýra javnleikir)

Seinast var tað móti EB/Streymi, sum í løtuni er aftast. Liðið vitjar HB, ið harðliga hevur tørv á sigri í kvøld.

FM1 sigur frá báðum dystunum í kvøld -

Meistaradeildin menn, 10. umfar
Í dag, mánadagin 18. mai
18.30: AB - Víkingur
18.30: HB - EB/Streymur

FM 1 sigur frá hesum báðum dystunum

Í gjár, sunnudagin 17. mai
Skála - B36 1-2 (0-0)

Meira um dystin sæst her

B68 - KÍ 1-4 (1-1)

Meira um dystin sæst her 

07 Vestur - NSÍ 1-6 (1-3)

Meira um dystin sæst her

Samrøður og samanumtøkur í sambandi við dystirnar hoyrast á fm1.fo

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder