Nøkur Ódnartøk hava verið, og fyrireikingarnar hjá bátunum til FM-stevnurnar eru fult í gongd.
Á Portalinum og FM1 verður nógv gjørt burturúr: Myndir og annað verða frá stevunum, og hvønn týsdag klokkan 17.15 er kappróðrarsending á skránni á FM1.
Hetta frá í dag og til týsdagin eftir ólavsøku.
Petur Asbjørn Lervig verður vertur, og hann fer at hava ymiskar gestur.
Í fyrstu sendingini, sum verður eftir tíðindini í dag, vitja Jan Hermann Hansen og Vár Guriardóttir Hansen.
Jan Hermann Hansen hevur áður verið formaður í Róðrarsambandinum og havt ymiskar uppgávur í sambandi við kappróður.
Vár Guriardóttir Hansen er heimsmeistari í inniróðri, hevur sett heimsmet, hevur vunnið í føroyskum kappróðri og er næstforkvinna í Róðrarsambandi Føroya.
Lurta eftir FM1 her ella á frekvensunum kring landið.
Sendingin byrjar klokkan 17.15. Møguleiki verður eisini at hoyra hana seinni á fm1.fo og á Portalinum
![]()
Petur Asbjørn Lervig stílar fyri sendingini (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald