Fótbóltur

Áki Samuelsen á A-landsliðnum á fyrsta sinni

Nýklækti svenski steypavinnarin er á listanum hjá Eyðuni Klakstein til Baltic Cup, Silas Eyðsteinsson verður eisini løntur fyri góða gongd, og Brandur Hedriksson er millum teir, sum er aftur. Andrias Edmundsson, Meinhard Egilsson og fleiri úr KÍ eru úti vegna skaðatrupulleikar.

Áki Samuelsen skal, eins og í U21-landsdysti her, spæla móti Estlandi (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Áki Samuelsen skal, eins og í U21-landsdysti her, spæla móti Estlandi (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2026-05-21 10:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eyðun Klakstein, høvduðsvenjari hjá manslandsliðnum, hevur júst sett navn á teir 23, sum í juni skulu við til Baltic Cup-venjingarkappingina.

Har er tað millum annað áhugavert, at Áki Samuelsen er millum nøvnini á fyrsta sinni. Spennandi vongurin hevur spælt á U21-landsliðnum, har hann nú er liðformaður, í yvir fimm ár,

Í vetur keyptu svensku meistararnir Áka Samulsen, eftir at fyrrverandi HB-profilurin hevði spælt eitt gott ár í næstbestu norsku deildini. Í síðstu viku gjørdist Áki Samuelsen svenskur steypavinnari við Mjällby AIF.

Sí eisini: Áki Samuelsen er svenskur steypavinnari

Silas Eyðsteinsson er aftur á A-landsliðnum. Tað var hann eisini til Baltic Cup fyri tveimum árum síðani - tó uttan at vera á vøllinum. Vágamaðurin hevur víst seg ógvuliga væl fram fyri B36, og hevur Silas verið stinnasti málverjin í føroysku kappingini fyrstu tíggju umførini.

[object Object]
Silas Eyðsteinsson hevur staðið seg ógvuliga væl í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Av profilunum vanta millum annað Andrias Edmundsson og Meinhard Egilsson Olsen, umframt René Shaki Joensen, Hallur Hansson og Patrik Johannesen úr KÍ. Allir eru darvaðir av skaða: 

Serie A-spælarin hevur ikki vant nakað serligt seinastu tíðina, hóast hann hevur spælt 90 minuttir hvørjaferð. Hetta vegna hælsinuna. Honum tørvar longri steðg, nú kappingarárið í felagnum er liðugt.

Meinhard Egilsson Olsen hevur verið undir skurð fyrr í ár og hevur fingið ein skaða aftur.

Í mun til úttikna hópin til venjingardystin í San Marino, er broyting á málmansplássinum: Silas Eyðsteinsson fyri Bjarta Vitalis Mørk.

Gullbrandur Øregaard er úttikin fyri Ása Dam, sum hevur verið skaðadarvaður, til verjuketuna.

Brandur Hendriksson Olsen, Adrian Rúnason Justinussen og Jóannes Bjartalíð eru aftur - teir vóru raktir av skaða í mars. 

Hópurin

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømgodset IF (Noreg)
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn

Verjuspælarar:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreassen, KÍ Klaksvík
Géza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki) *

Áleyparar: 
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Rúnason Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

* Fyrstu ferð á A-landsliðnum

6. juni spæla menninir fyrra dystin í Baltic Cup, tá Estland tekur ímóti í Pärnu.

Seinni dysturin hjá manslandsliðnum í hesum umfarinum verður tann 9. juni, og tá verður mótstøðuliðið annaðhvørt Lettland ella Litava, upplýsir Fótbóltssambandið.

Talan er um venjingarkapping sum fyrireiking til týðandi Nations League-dystirnar í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder