Maðurin sum leiddi HB til greipuna í 2020 - og tað nýggjasta meistarahetið hjá HB - er nú keyptur leystur úr Motherwell.
Jens Berthel Askou fór til skotska felagið eftir eitt hálvt ár sum hjálparvenjari í FCK. 43-ára gamli danin hevur síðani árið í HB eisini verið hjálparvenjari hjá Sparta Prag og høvuðsvenjari hjá Horsens og IFK Göteborg.
Berthel stóð seg ógvuliga væl í Motherwell, sum endaði í niðara hálvu í 2024-2025. Júst farna kappingár endaði liðið á 4. plássi og spældi seg til evropeisku pláss.
![]()
Jens Berthel Askou eftir at greipan hjá HB kom í hús í desember 2020 (Mynd: Sverri Egholm)
Áhugi ljóðaði at vera frá millum annað skotsku meistarunum, Celtic. Men nú endaði venjarin í Fraklandi.
Tað er Toulouse, ið hevur keypt Jens Berthel Askou leysan úr sáttmála hansara í Skotlandi.
Felagið endaði á 10. plássið í Ligue 1 í 2025/2026. Fyri trimum árum síðani gjørdist liðið franskur steypavinnari. Nú skal HB-venjarin frá 2020 royna at leiða liðið víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald