Gitingar og søgur hava verið frammi um tvey tey størstu venjarastørvini í Manchester, og á sama degi, fríggjadagin 22. mai, komu staðfestingarnar:
Pep Guardiola váttar, at hann eftir kappingarárið fer úr Manchester City, og Manchester United boðar frá, at Micheal Carrick fer frá at vera fyribils venjari til at vera fastur maður við róðrið á Old Trafford. Hetta á pappírinum næstu tvey kappingarárini.
Eftir at hann tók við í januar, hevur Manchester United verið besta liðið í Premier League; við ellivu sigrum í 16 dystum hjá fyrrverandi nummar 16 felagsins. Carrick hevur leitt United til eitt triðjapláss og trygt pláss í Champions League næsta ár - eisin ivið betri fótbólti enn áður.
Manchester United hevur ikki havt evropeiskan fótbólt at hugsa um í ár, og felagið var tíðliga úti av steypakappingunum í Onglandi. Royndin hjá 44-ára gamla venjaranum næsta ár verður at leiða stóra felagið fram á leið í nógvum kappingum og undir stórum trýsti. Hetta hevur sum so eingin megnað síðani Sir Alex Ferguson, ið hevði Micheal Carrick á miðvøllinum síni seinastu sjey ár í sessinum.
![]()
Sum spælari vann Micheal Carrick ellivu steyp við Manchester United. Nú liggur tað á honum at leiða felagið til spennandi tíðir aftur (Mynd: manutd.com)
Aðrastaðni í býnum er tað eitt risa venjaranavn, sum takkar fyri seg. Tað var Pep Guardiola eisini, tá hann kom til Manchester City í 2016, og seinastu tíggju árini hevur katalanin flutt felagið. Bæði í mun til spæl, men sanniliga eisini steyp.
Samanlagt tjúgu ferðir eru steyp lyft undir Guardiola. Tey heilt stóru eru Premier League seks ferðir, harav fýra ár á rað, søguliga Champions League-heiti í 2023 og FA Cup tríggjar ferðir.
Pep Guardiola lyftir Premier League - fyri fyrstu ferð av seks - í 2018. Beint undir lið hansara er Mikel Arteta, sum júst hevur vunnið Premier League sum venjari hjá Arsenal. Hetta í tvídysti við júst gamla lærumeistaran (Mynd: Toby Melville/Reuters/Ritzau Scanpix)
Tey seinastu árini hava onnur verið sterkari í Evropa, og tvey tey seinastu árini hava Liverpool og síðani Arsenal verið omaná í Premier League. Í tí, sum varð seinasta kappingarárið hjá Guardiola, vann City Fa Cup umframt EFL Cup (Carabao Cup), fyri fimtu ferð í hansara tíð.
Hóast nógv jaligt seinastu árini, hanga skýggini við 115 ákærum mótvegeis Manchester City fyri at serliga bróta fíggjarligar reglur, yvir felagnum sum eisini brúkar ógvuliga nógvar pengar.
Fleiri hava mett, at tað er ein av orsøkunum til, at Guradiola fer nú: At harðir dómur fer at falla yvir felagið. Men hetta eru gitingar - sjálvur man venjarin ikki havt nakað sið málið at gera, og tað hendi eisini millum 2009 og 2018, sambært ákærunum.
Fýra meistaraheiti á rað, millum tey hjá Liverpool, og eitt Champions League-steyp í sama tíðarskeiðið. 2021-2024 var serstakt hjá Guardiola og teimum, men tyngri ting, sum viðurskifti uttanfyri vøllin og tap í avgerandi dystum, hava eisini mynda seinnu árini (Mynd: Phil Noble/Reuters/Ritzau Scanpix)
Ein rørdur høvuðsvenjari váttaði í fráboðan í dag sjálvur søgurnar, sum hava staðið so nógvastaðni serliga hesa vikuna: Hóast eitt ár er eftir av sáttmála hansara við Manchester City, gevst Pep Guardiola í felagnum
- Tað hevur verið ein fantastisk tíð saman. Eingin ivi um tað. Ikki spyrji meg um hví eg gevist. Har er eingin beinleiðis orsøk - men djúpt innan merki eg, at mín tíð er komin.
Oasis varð eisini nevnt í farvæl-videobrotinum. 55-ára gamli Pep Guardiola váttar, at nú skal hann hava ein steðg frá at vera venjari:- Havi tørv á tí annars hevði eg hildið fram. Hann heldur tó fram sum ambasa
Nógv vinnandi venjarin sum "ambassadør" í Manchester City Football Group." Tey flestu vænta, at Enzo Maresca skal avloysa Guardiola. Tað verða risa skógvar at fylla á Etihad.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald