Hondbóltur

Pernille og Storhamar sigraðu í fyrstu NM-finaluni

Vendu tí seinastu løtuna í Sola og vunnu við tveimum. Harvið verður liðið hjá føroyska landsliðsliðskiparanum norskur meistari - og greipuvinnari - um tað eydast at vinna heimadystin hósdagin.

Pernille Brandenborg fegnast her um endaspælssigur fyri Føroyar í Týsklandi - sæst hoppandi í myndini. Nú er hon eitt fet nærri at fegnast um gull í Noreg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg fegnast her um endaspælssigur fyri Føroyar í Týsklandi - sæst hoppandi í myndini. Nú er hon eitt fet nærri at fegnast um gull í Noreg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-23 08:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá tíggju minuttir vóru eftir í gjárkvøldið, var 28-26 til heimaiðið. Men seinastu løtuna stórspældi Eli Marie Raasok í Storhamar-málinum, útiliðið fekk neyðugu málini, og vann 31-29.

Fimm mál á rað og sterkt verju- og málverjuspæl. Hetta var uppskriftin hjá Pernille Brandenborg og teimum, tá Storhamar vann fyrstu finaluna um norska meistaraheitið.

Hetta var í Sola, og tað merkir, at um ikki Sola sigrar hósdagin, so er liðugt: So er strikuspælarin, miðverjin, liðskiparin og profilurin á føroyska landsliðnum norskur meistari og greipivinnari.

[object Object]
Pernille Brandenborg skiftir í summar til rumenska stórfelagið CSM Bucaresti og skal í desember aftur spæla endspæl fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Sjálv varð Pernille Brandenborg skrásett fyri eitt mál í dystinum.

Onnur NM-finalan verður spælt hósdagin 28. mai klokkan 17.15 føroyska tíð. Tá hevur Storhamar heimavølli - í Hamar.

Í Noreg verður spælt best av trimum. Harvið verður neyðugt við einari triðju finalu, um Sola svarar aftur hósdagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder