Eingin Meistaradeildsfótbóltur í gjár, eingin í dag og heldur eingin í morgin. Í mun til hini umførini í ár, er als ikki dystur um vikuskifti.
Allir dystirnir í 11. umfari eru lagdir mánadagin 25. mai, sum er 2. hvítusunnudagur: Halgidagur.
Tríggir dystir byrjar klokkan 15, tann á Svangaskarði klokkan 17.15 og í Gundadali verður bríkslað í gongd klokkan 18.
11. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Mánadagin 25. mai
15.00:
KÍ - AB (FM1)
Víkingur - Skála
EB/Streymur - NSÍ
17.15: B68 - HB (FM1)
18.00: B36 - 07 Vestur (FM1)
FM1 sigur frá í Klaksvík, á Svangaskarði og í Gundadali. Til ber eisini at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum
Klokkan 19.30 mánakvøldið er sendingin 3. hálvleikur á skránni. Har taka Trygvi Absalonsen og Heri Árnason Simonsen samanum umfarið við gestum, samandráttum, samrøðum og øðrum.
Sí eisini: Skýlið á Handverkaramessu: HM leiðslan má taka í egnan barm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald