2026-05-23 12:37
Fyrsta FM-kappingin í kappríðing verður í Vágum 6. juni.
Stórur spenningur er altíð undan fyrstu kappingina, tí óvissan um hvørji ross eru við, og hvussu tey eru fyri, kemur til sjóndar hendan dagin, skrivar Ríðisamband Føroya.
Kappast verður í greinunum Tølt, skeið, trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin.
Kappríðingarkalendarin fyri 2026 sær soleiðis út:
- 6. juni Vágar FM 1
- 20. juni Leynavatn FM 2
- 29. juli Havnardalur FM 3
- 15. august Havnardalur FM 4
- 29. august Vágar FM 5
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald