Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen skal spæla um danska meistaraheitið - basti aftur Óla Mittún og GOG

Skanderborg AGF vann eisini aðru DM-hálvfinaluna, og harvið skal liðið hjá roynda høgra vonginum spæla finalur móti Aalborg. Tað endaði 26-33 á Fjóni, har Jóhan á Plógv Hansen var næstbesti málskjútti. Óli Mittún skoraði fýra ferðir og legði upp fimm ferðir.

Royndi havnarmaðurin á høgra vongi hjá SAH skoraði fimm ferðir í dag, og hann skal skjótt spæla um DM-gull. Tað verður fyrstu ferð, síðani Skanderborg og AGF løgdu saman (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Royndi havnarmaðurin á høgra vongi hjá SAH skoraði fimm ferðir í dag, og hann skal skjótt spæla um DM-gull. Tað verður fyrstu ferð, síðani Skanderborg og AGF løgdu saman (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

2026-05-23 21:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri aðru ferð hesa vikuna hittust GOG og Skanderborg AGF (SAH) í hálvfinalu - fyri aður ferð var liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen omaná.

Tað varð ikki eins spennandi á Fjóni í kvøld, sum tað var í Aarhus mikukvøldið. Tá varð neyðugt við longdari leiktíð - í hálvfinalu nummar tvey vann SAH, tá samanum kom við sjey málum.

GOG var annnars nakað omaná størsta partin av 1. hálvleiki - millum annað takkað verið góðum spæli frá Óla Mittún. Nummar 78 hevði flest upplegg í dystinum: fimm. Tá føroyski spælskiparin skoraði sítt fjórða mál eftir beint yvir 24 og ein hálvan minutt, stóð 16-13 á máltalvuni.

Men SAH var farið at spæla 7 móti 6, og tað gekk skjótt fyri seg seinastu minuttirnar av 2. hálvleiki. Verjan hjá GOG fekk ikki steðga nøkrum, útiliðið revsaði eisini væl, og í steðginum var 18-20.

[object Object]
Kasper Christensen, GOG-venjari, í døpurhuga. Heimaliðið misti takið á dystinum móti vælspælandi gestunum (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Tað var Jóhan á Plógv Hansen, sum ógvuliga flott skoraði seinasta málið fyri steðgin: Í fyrstu bylgju fór hann rundanum ein, og spískt av vonginum, við so at siga ongum sekundi á klukkuni, snúraði feefaldi heimsmeistarin bóltin í netið hjá GOG.

Samanlagt spældi Jóhan ein góðan dyst og var næstbesti málskjútti hjá SAH við fimm málum.

Sí hagtøl frá dystinum her

Tvey-máls leiðslan legði gott grundarlag, Simon Sejr helt fram at bjarga - Óli Mittún skoraði ikki eftir steðgin - og útiliðið fór av álvara frá. At enda hevði málverjin heili 17 bjargingar (50 prosent), og SAH vann 33-26. Sannførandi og harvið er Skanderborg AGF í DM-finalunum fyri fyrstu ferð síðani samanleggingina í 2021.

Síðani afturvendanina úr Bundesliguni hevur Jóhan á Plógv Hansen havt stóran leiklut, og sunnudagin 31. mai spælir 32-ára gamli havnarmaðurin fyrstu av møguliga trimum DM-finalunum. Mórstøðuliðið er favoritturin úr Aalborg, sum vann hálvfinalurøðina móti Mors-Thy.

[object Object]Teir hjá Skanderborg AGF kundu fegnast um søguliga sigurin (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Kappingarárið hjá GOG er so at siga av. Bronsudystir eru eftir móti Mors-Thy, men í samrøðu við TV2 eftir dystin, ljóðaði tað ikki sum um, at Óli Mittún gleddi seg nógv til hetta.

- Tað er sjálvandi keðiligt. Nú er kappingarárið liðugt...ella ja; vit skulu so spæla um bronsuna. Vit brenna alt ov illa í 2. hálvleiki, so einfalt er tað. Tað er okkara egna skyld, sigur føroyski profilurin hjá liðnum av Fjóni, sum staðfestir at kenslan er tann, at árið er liðugt, tá møguleikin um at vera í DM-finalunum fór.

[object Object]
Óli Mittún og GOG megnaðu ikki at bíta frá sær eftir steðgin, tá á stóð á heimavølli. Harvið endar fyrsta kappingarárið hjá føroyinginum á Fjóni so at siga her (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Óli Mittún fær møguleikan aftur eftir summarsteðgin. Í ár endaði tað við, at liðið reyk út í hálvfinalunum í landskappingini og steypakappingini. GOG kom víðari í Champions League, har liðið vísti seg væl fram.

Týskir miðlar hava sett Óla Mittún í sambandi við eitt skifti til Champions League- og Bundesliga-vinnararnar, Magdeburg: Eitt skifti sum skal fara fram næsta summar, tá Magdeburg keypir Mittún.

Sambært okkara upplýsingum er hetta ikki ósannlíkt, men tað er vist, at 20-ára gamli hoyvíkingurin eisini spælir í Danmark eisini eftir summarferiuna. Tá sær GOG á pappírinum sterkari út: Hesaferð varð liðið ov stutt móti Jóhan á Plógv Hansen og SAH.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder