Annað

Maria Biskopstø nýtt føroyskt met í 800 metrar í Brússel

Hon tók metið, sum Rebekka Fuglø setti í 2017.

(Mynd: Rutt Hjelm Gregersen/treysti.fo)

(Mynd: Rutt Hjelm Gregersen/treysti.fo)

2026-05-24 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin setti Maria Biskopstø nýtt føroyskt met, tá hon luttók í IFAM Outdoor í belgiska høvuðsstaðnum Brússel.

Á 800 metra renning endaði hon við tíðini 2.09.72.

Við hesi tíðini setti hon føroyskt met við einum sekundi. Gamla metið átti Rebekka Fuglø við tíðini 2:10.72, sum hon setti á Østerbro í Danmark í 2017, skrivar Treysti.

Maria er sostatt fyrsta føroyska kvinnan, sum rennur teinin undir 2:10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder