Annan hvítusunnudag var fult umfar í MeistaraDeildini hjá monnum á skránni. Men orsakað av vindi bleiv dysturin millum B68 og HB ikki settur í gongd.
Kappingardeildin hjá FSF hevur síðani avgjørt at dysturin í staðin verður spældur í morgin, týsdagin 26. mai klokkan 18:30.
Hetta hevur samstundis við sær, at dysturin í 12. umfari millum HB og Víking, sum skuldi vera í Gundadali komandi fríggjakvøld, er fluttur til leygardagin 30. mai.
12. umfar
Skála – 07 Vestur (fríggjadagin)
HB – Víkingur (leygardagin)
AB – NSÍ (leygardagin)
B68 – B36 (leygardagin)
KÍ – EB/Streymur (leygardagin)
Les eisini: Allir favorittarnir vunnu - men tað var tepurt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald