Annað

Torbjørn Hentze og í Lýdia í Lambanum fyrst á mál

Sandoy Hálvmarathon var um vikuskiftið.

(Mynd: Sandoy Hálvmarathon)

(Mynd: Sandoy Hálvmarathon)

2026-05-26 10:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tiltakið Sandoy Hálvmarathon var um vikuskiftið, og umleið 400 fólk luttóku.

Hetta var aðru ferð, at skipað var fyri tiltakinum, sum sigast má at hava fingið góða undirtøku millum fólk.

Fyrst á mál hjá monnum var Torbjørn Hentze við tíðini 1:15:48.2 og hjá kvinnum var tað Lýdia í Lambanum, sum var skjótast við tíðini 1:40:54.8.

Runnið varð á Sandi, runt Sandsvatn og til Søltuvíkar og aftur.

Menn:
1. Torbjørn Hentze 1:15:48.2
2. Rógvi Kárason 1:20:16.4 (manglar á myndini)
3. Ísak Kolden 1:23:05.6

Kvinnur:
1. Lýdia í Lambanum 1:40:54.8
2. Ella Mouritsen 1:41:16.9
3. Birna Abrahamsen 1:54:15.9


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder