Kappróður

96 bátar meldaðir til ársins fyrsta róður

Hetta er júst sama tal, sum róði á Norðoyastevnu í fjør. Byrjað verður við barnaróðri hjá dreingjum leygardagin klokkan 13. Stórur áhugi er millum annað hjá seksmannaførum og áttamannaførum, og trý tíggjumannafør eru við - ein broyting er frá í fjør.

Havnarbáturin vann Norðoyastevnu og FM í fjør, men fleiri broytingar eru í manningini í ár (Savnsmynv: Jens Kr. Vang)

Havnarbáturin vann Norðoyastevnu og FM í fjør, men fleiri broytingar eru í manningini í ár (Savnsmynv: Jens Kr. Vang)

2026-05-27 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú nærkast summarið av álvara, og tað merkir eisini, at stevnirnar og kappróðurin byrja.

Sum vant er Norðoyastevnan fyrst á skránni, og leygardagin leggja nærum 100 bátsmanningar til brots á fjøðrinum í Klaksvík.

Róðrarsamband Føroya hevur í dag lagt startrøðina út fyri Norðoystevnuna. Sum nú er, standa 96 manningar á. Á Norðoyastevnnu í 2025 róðu júst 96 bátar.

Í barnaróðrunum eru innleiðandi róðrar og finalur. Fyriuttan teir er Fimmmannafør hjá dreingjum (14-16 ár) tann við flest manningum. So áhugin hjá teimum ungu er framvegis stórur. 

Hjá áttamannaførum og bæði hjá seksmannaførum við kvinnum og monnum eru átta manningar - hjá kvinnum er nógv vinnandi Jarnbardur ikki við.

Aftur í ár eru tríggjar tíggjumanafarsmanningar. Ormurin Langi úr Knørri "avloysir" Norðing, sum hevur roynt at bjóða av seinastu árini. Havnarbáturin vann Norðoyastevnu og FM í fjør, men fleiri broytingar eru á manningini í ár. Millum annað eru nógvir frá Ørvi farnir upp.

FM1 hevur kappróðrarsendingina Ár og bekk hvønn týsdag klokkan 17.15. Hoyr partin, sum var í gjár, her:

Ár og bekk: Stórur spenningur í 10-mannafarsróðrinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder