Fótbóltslandsliðið hjá Kongo hevur fingið boð um at vera í sóttarhaldi, áðrenn leiðin gongur víðari til USA at vera við í heimsmeistarakappingini, sum byrjar í næsta mánaði.
Orsøkin er ebola-smittan, sum ger um seg í afrikanska landinum.
Andrew Giuliani, leiðari fyri arbeiðsbólkinum í Hvítu húsunum, sum hevur við HM at gera, váttar fyri ESPN, at Kongo hevur fingið boð um at halda seg avbyrgt í tríggjar vikur.
Landsliðið hjá Kongo er í løtuni á venjingarlegu í Belgia.
- Vit hava greitt teimum frá, at tey mugu fylgja boðunum áðrenn fráferðina til Houston 11. juni, sigur Giuliani, skrivar norska NTB tíðindastovan.
Stórur partur av landsliðsleikarunum hjá Kongo spæla uttanlands, og hava ikki verið í heimlandinum í seinastuni. ESPN skrivar, at bara ein brøkpartur av fólkunum kring liðið hevur verið í Kongo hesa seinastu vikuna.
- Um onnur skulu leggjast aftur at ferðalagnum hjá Kongo nú, mugu tey vera avbyrgd frá liðnum. Um liðið kemur til USA og onkur vísir smittueyðkenni, so er øll HM-luttøkan hjá liðnum í vanda, sigur Giuliani.
Kongo skal í heimsmeistarakappingini møta Portugal, Kolumbia og Usbekistan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald