Tey skulu finna pláss til eitt stórt steyp í steypaskápinum hjá enska felagnum, Crystal Palace úr London.
Í gjárkvøldið vann felagið finaluna í tí triðstørstu evropeisku fótbóltskappingini, Conference League.
Tað hendi við einum 1-0 sigri á spanska felagnum, Rayo Vallecano.
Finalan varð spæld í Red Bull Arena í Leipzig í Týsklandi í gjárkvøldið.
Einsamalla málið skjeyt franski áleyparin hjá Palace, Jean-Philippe Mateta, tá 51 minuttir vóru spældir.
Sostatt hildu ensku feløgini áfram við at mynda evropeisku kappingirnar í ár. Fyrst var tað Aston Villa, ið vann Europa League, og nú Crystal Palace við Conference League.
Leygardagin er møguleiki hjá Onglandi at fáa fult hús, tá Arsenal er annað liðið í finaluni í Champions League, sum verður spæld í ungarska høvuðsstaðnum Budapest. Arsenal skal spæla móti fronsku meistarunum Paris Saint-Germain, PSG.
Conference League er kappingin har tey flestu føroysku liðini, sum eru við í evropeiskum kappingum, luttaka.
Lutakastið til fyrsta undanumfar í 2026-27-kappingini verður longu 16. juni, og fyrstu dystirnir 9. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald