Fótbóltur

Aftur níggju ensk feløg í evropeiskum fótbólti næsta kappingarár

Crystal Palace, ið annars endaði á 15. plássi í Champions League, tryggjaði seinasta plássið við sigri í Conference League-finaluni í gjár. Harvið vera nærum helmingurin av liðunum í Premier League við - og Arsenal kann tryggja steypahattrikk leygardagin.

Trý mál og eitt steyp at fegnast um hjá Aston Villa í síðstu viku. Felagið úr Birmingham vann Europa League og skal næsta kappingarár spæla í Europa League (Mynd: Manon Cruz/Reuters/Ritzau Scanpix)

Trý mál og eitt steyp at fegnast um hjá Aston Villa í síðstu viku. Felagið úr Birmingham vann Europa League og skal næsta kappingarár spæla í Europa League (Mynd: Manon Cruz/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-05-28 18:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Premier League er krútstkrk kapping, sum nú á ymsan hátt er tættari enn áður. Tey ensku feløgini vísa sína styrki í Evropa. Hetta sæst serliga við, at ritt felag úr Premier Leagur er í hvørjari av teimum trimum evropeiskum fótbóltsfinalum á manssíðuni í ár.

Arsenal skal royna at taka Champins League-krúnuna frá PSG leygarkvøldið. Tá kunnu ensku meistararnir tryggja "enskt hattrikk", tí  Aston Villa vann Europa League í síðstu viku, og í gjár vann Crystal Palace Conference League-finaluna.

Les meira: Palace vann Conference League

[object Object]
Fyrsta evropeiska steypið hjá London-felagnum í hús, árið eftir FA Cup-gleimin. Hetta er triðju ferð seinastu fýra árini, at eitt Premier League-felag vinnur triðsterkastu evropeisku kappingina (Mynd: Annegret Hilse/Reuters/Ritzau Scanpix)

[object Object]Aston Villa vann Europa League - fyrsta evropeiska steyp felagsins í 44 ár - og skal næsta kappingarár spæla í Europa League (Umit Bektas/Reuters/Ritzau Scanpix)

Hetta var fyrsta evropeiska steypið hjá Crystal Palace, nummar 15 í Premier League, og tað tryggjaði London-felagnum eitt pláss í Europa League næsta kappingarár: Vinnarin í Conference League (triðsterkastu kappingini) vinnur sær pláss í Europa League til árið eftir (næststerkasta kappingin)

Hetta hevur við sær, at tað annað kappingarárið á rað vera níggju lið - nærum helmingurin av liðunum í Premier League - í teimum trimum evropeisku kappingunum:

Ensk feløg í evropeisku kappingunum næsta ár:

Champions League:  
Arsenal, Manchester City, Manchester United, Aston Villa, Liverpool

Europa League: 
Bournemouth, Sunderland og Crystal Palace

Conference League: 
Brighton

Ongland hevur vanliga fýra Champions League-pláss, men nummar fimm (Liverpool) sleppur við, eins og fimmarin í fjør. Hetta tí at ensk feløg aftur samanlagt avrikaðu besti í evropeisku kappingunum. Hetta gevur eitt "European Performance Spot (EPS)", sum UEFA setti í verk við bygnaðarbroytingunum í 2024. 

Til ber at lesa meira um tað her

Bournemouth, og kanska serliga uppflytarin Sunderland, hava tikið nógv á bóli í ár og koma við í Europa League.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder