12. umfar í Meistaradeildini hjá monnum, sum er tað seinasta undan landsliðssteðginum, fer av bakkastokki í kvøld.
Hetta verður við veruligum botnbraki á Skála, har 07 Vestur vitjar. Bæði liðini hava sjey stig og liggja í løtuni til niðurflyting - á 9. og 10. plássi. Harvið er talan um ómetaliga týdningarmiklan dyst hjá báðum liðunum.
Tað hevur sæð betri út hjá Skála seinastu vikurnar, har javnleikir móti topp-fimm liðum, umframt ársins fyrsti sigur eru komnir til høldar. Men 07 Vestur hevur vunnið báðar innanhýsis uppgerðirnar í ár 1-0: Fyrsti í 3. umfari í landskappingini og síðani í áttandapartsfinaluni í steypakappingini.
FM1 sigur frá Skála-07 Vestur klokkan 18.30. Trygvi Absalonsen og Jóhan á Mýruni vera við mikrofonirnar Undir Mýruhjalla. Til ber eisini at fylgja gongdini í dystinum ovast á Portalinum.
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Umfarið byrjar tó longu á FM1 klokkan 17.15: Beint eftir tíðindini verður upptakssending, har Áki Johansen og Ronnie Thomassen vitja í Fótbóltsskýlinum.
------------------------------------------------
Hinir fýra dystirnir í umfarinum verða spældir í morgin, leygardagin 30. mai - áðrenn og eftir Champions League-finaluna
15.00: HB - Víkingur (FM1)
19.00:
KÍ - EB/Streymur (Norðoyastevnudystur - FM1)
AB - NSÍ
B68 - B36
FM1 sigur frá í Gundadali og í Klaksvík. Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald