Fótbóltur

Ari og Adrian á veg at flyta upp í hægri deildir

Ari Olsen og Vendsyssel hava longu tryggjað uppflyting til næstbestu donsku deildini, meðan javnleikur sunnudagin er nóg mikið hjá Horsens. Um tað eydnast, skal Adrian Justinussen spæla í Superliguni eftir summarsteðgin.

Hjá Ari Olsen og Vendsyssel kom uppflytingin í hús síðsta vikuskifti, tá triðseinasta umfar var á skránni í triðbestu deildini. Harvið skal liðið, har Emil Grønn Pedersen nú eisini er, spæla í 1. Division eftir summarsteðgin (Mynd: Vendsyssel FF)

Hjá Ari Olsen og Vendsyssel kom uppflytingin í hús síðsta vikuskifti, tá triðseinasta umfar var á skránni í triðbestu deildini. Harvið skal liðið, har Emil Grønn Pedersen nú eisini er, spæla í 1. Division eftir summarsteðgin (Mynd: Vendsyssel FF)

2026-05-29 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum ungdómsspælarar spældu teir saman okkurt árið í Víkingi, áðrenn Ari Olsen fór aftur til barndómsfelagið Skála, og Adrian Justinussen flutti til Havnar og HB.

Nú eru báðir í donskum fótbólti, har teirra lið seinastu tíðina hava kappast um uppflyting í hvør sínari deild.

Hjá Ari Olsen og Vendsyssel kom uppflytingin í hús síðsta vikuskifti, tá triðseinasta umfar var á skránni í triðbestu deildini. Harvið skal liðið, har Emil Grønn Pedersen nú eisini er, spæla í 1. Division eftir summarsteðgin.

Síðani skifti úr Víkingi í vetur, hevur 27-ára gamli bakkurin verið fastur fúsur í góðu gongdini hjá Vendsyssel. Ari Olsen hevur spælt so at siga allar minuttirnar.

[object Object]
Ari Olsen var í seks ár í Víkingi áðrenn skiftið til Vendsyssel (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í vetur fór Adrian Rúnason Justinussen úr Hillerød eftir tvey ár. Seinastu mánaðirnar hevur áleyparin verið í norðursælendska felagnum, sum í fleiri løtum í kappingarárinum hevur ligið til uppflyting.

Nú hevur AC Horsens yvirhálað, og í næstseinasta umfarið vunnu Adrian og teir týðandi sigur í Lyngby. Heimaliðið er longu flutt upp, og Horsens gagnnýtti tvey stór mistøk - eitt av teimum málunum skoraði Adrian Justinussen, sum harvið er javnsettur toppskjútti í næstbestu donsku deildini undan seinasta umfari (12 mál)

28-ára gamli føroyski landsliðsspælarin og liðfelagair hansara hava einfalda uppgávu í seinasta umfarinum sunnudagin: Teir skulu fáa stig í heimadystinum móti Kolding, sum einki hevur at spæla fyri, og so er Superliga-plássið tryggjað. Ger Horsens ikki tað, og Esbjerg samstundis vinnur á Lyngby, so er tað Esjberg , ið fer upp.

Sí støðuna her - hyggjast skal eftir oprykningsspil

Kolding er liðið hjá Meinhardi Egilsson Olsen, sum er skaddur í løtuni. Dystirnir sunnudagin 31. mai byrjar klokkan 13.00.

Aarhus Fremad og Martin Agnarsson liggja til at vinna niðara endaspæli í næstbestu donsku deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder