Hetta vikuskiftið luttaka 11 føroyskir íðkarar í ársins Special Olympics Idrætsfestival, sum verður hildin í Roskilde í Danmark, skrivar Parasport Føroyar.
Stevnan var sett í gjárkvøldið, og í dag og í morgin, sunnudagin, skulu føroysku íðkararnir kappast í bowling, borðtennis, frælsum ítrótti og svimjing.
Hetta er triðju ferð, at Føroyar luttaka í stevnuni, sum verður hildin annaðhvørt ár í ymiskum býum í Danmark.
Fleiri enn 1200 luttakarar úr øllum norðurlondum skulu kappast um vikuskiftið.
Føroysku luttakararnir eru:
Bowling
Meiken Olsen
Jann Joensen
Borðtennis
Tummas M. Wilhelm
Regin Hansen
Frælsur ítróttur
Ronja Iversen Lindenskov
Baldur Árnafjall
Svimjing
Símun Foldbo
Hóri Hemmingson
Jórun Mai Smith
Matteus Hansen
Ári Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald