Stóri spenningurin undan fyrsta FM-róðrinum í ár hevur verið um 10-mannaførini.
Og tað bleiv øgiliga spennandi. Havnarbáturin førdi frá byrjan og eina løtu vóru allir menninir undan bæði Klaksvíkingi og Orminum Langa.
Í endaspurtinum fór Ormurin Langi at ganga skjótt og fór framum Klaksvíking og mundi eisini tikið Havnarbátin, sum í ár lutvíst er mannaður við suverenu manningini á Tórsbátinum í fjør.
![]()
Havnarbáturin kom á mál við tíðini 4:48.42. Ormurin Langi gjørdist nummar tvey við tíðini 4:49.07 og Klaksvíkingur á heimasjógvi nummar trý við tíðini 4:49.38.
Tætti róðurin boðar frá góðum til 10 mannafarsróðurin í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald