Fótbóltur

PSG endurvann Champions League eftir drama

Arsenal legði seg annars á odda í Budapest, har tað endaði við brotssparkskapping. Gabriel brendi seinasta skotið, og so endaði tað samanlagt 5-4 til franska høvuðstaðarfelagið.

Ikki síðani Real Madrid í 2016-2018, hevur eitt lið vunnið Champions League fleiri ferðir á rað. Marquinhos slapp aftur at lyfta stóra steypið fyrst (Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix)

Ikki síðani Real Madrid í 2016-2018, hevur eitt lið vunnið Champions League fleiri ferðir á rað. Marquinhos slapp aftur at lyfta stóra steypið fyrst (Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-30 21:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og fyri einum ári síðani kundu Luis Enrique og lið hansara lyfta stóra Champions League-steypið. Finalusigurin hjá PSG á Arsenal var tó ógvuliga øðrvísi, í mun til tann móti Inter Milan í fjør.

Tá vann franska felagið heili 5-0 í München. Í Budapest í kvøld varð neyðugt við brotssparkskapping.

Arsenal fekk eina dreymabyrjan í fyrstu Champions League-finalu sínari í tjúgu ár. Tá fimm minuttir vóru spældir, endaði bólturin heldur tilvildarliga hjá Kai Havertz. Týski áleyparin hevði nógv pláss at renna í, og komin langt inn í PSG-brotsteigin smekkaði hann bóltin upp undir nettakið við vinstra beininum.: Eins og í finaluni í 2021, fyri Chelsea, hevði Havertz skorað til 1-0.

[object Object]Kai Havertz kundi reka leingi við bóltinum, og týskarin var eirindalyesur (Mynd: Ina Fassbender/AFP/Ritzau Scanpix)

[object Object]Mynd: Ina Fassbender/AFP/Ritzau Scanpix

[object Object]Premier League-meistararnir komu skjótt á sigurskós á Puskas leikvøllinum (Mynd: Ina Fassbender/AFP/Ritzau Scanpix)

Hendan støðan helt sær í ein tíma á Ferenc Puskás leikvøllinum. PSG hevði stóra leikliga yvirvág men hevði stórar trupulleikar við at skapa veruligar málmøguleikar móti vælskipaða Arsenal-liðnum, sum vardi langt afturi á vøllinum. Spælarar sum Gabriel stóðu sterkir í myndini.

Í 65. minutti eydnaðist hjá PSG at spæla seg innum verjuketuna hjá Arsenal í vinstru, og so gjørdi Christian Mosquera eitt býtt brotsspark móti Khvicha Kvaratskhelia. Ousmane Dembelé tók av, og dysturin varð eisini avgjørdur við brotsspørkum.

[object Object]
Dembele skoraði trygt úr ellivu metrum í Budapest (Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix)

[object Object]Mynd: Ina Fassbender/AFP/Ritzau Scanpix

Arsenal kom eftir 1-1 málið longur fram á vøllin, men talan var ikki um finalu við nógvum málmøguleikum. PSG hevði framvegis bóltin væl meira; bestu støður teirra komu tó við mótiálopum og einum skotið uttanfyri brotsteigin, sum fór beint uppum.

Eberechi Eze brendi fyri Arsenal tíðliga í brotssparkskappingini, men David Raya bjargaði eisini einum skoti. Harvið var 4-3, 5-4 samanlagt, tá Gabriel, sum tann tíggjundi steig fram. Stinni brasiliumaðurin í Arsenal-verjuni skeyt tó væl omanfyri, og so var veitslulag á PSG-spælarunum og mongu fjepparunum aftanfyri málið.

[object Object]Eisini í franska høvuðsstaðnum var stórur fagnaður (Mynd: Lou Benoist/AFP/Ritzau Scanpix)

[object Object]Tað er nú bert Carlo Ancelotti, sum hevur vunnið steypið við "stóru oyrunum" oftari enn Luis Enrique (Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix)

Annað árið á rað við Champions League-gleimi og triðju ferð samanlagt at Enrique vinnur steypið sum venjari. Umframt sigrararnir við PSG hesi bæði kappingarárini, vann spaniólin við Barcelona í 2015.

Harvið fekk Arsenal ikki ein stóran "double" (Premier League og Champions League) og enskur fótbóltur fekk ikki evropeiska steypahattrikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder