Beint yvir eitt ár eftir at Michael Schjønberg vendi aftur til 07 Vestur sum venjari, fer danin aftur úr sessinum.
07 Vestur boðar í kvøld frá, at felagið samstarvið við Michael Schjønberg er komið at enda.
- Michael Schjønberg og 07 Vestur eru komin ásamt um at enda samstarvið.Vit vilja takka Schjønberg fyri tað, hann hevur lagt eftir seg í felagnum, og ynskja honum alt tað besta og góða eydnu framyvir.
Fráboðanin kemur eftir, at 07 Vestur tepti botnbrakið á Skála 2-1. Hóast lítla munin á máltalvuni, og hóast 07 legði seg á odda, vóru uppflytararnir av Skála greitt omaná í mun til spæl, málmøguleikar og "úttrykk" sum heild.
Sí eisini: Skála svaraði aftur og vann seg uppum niðurflytingarstrikuna
Hoyr seinastu samrøðuna hjá Micheal Schjønberg sum 07 Vestur venjari her: - Seinna brotsspark hjá Skála var ørt
Harvið er 07 Vestur aftast í Meistaradeildini, nú tólv umfør eru spæld, og landsliðssteðgur er.
Stigatalvan í spennandi deildini undan landsliðssteðginum
![]()
Danin takkar fyri seg aftur á Dungasandi (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen(jn.fo)
Michael Schjønberg var eisini í felagnum í 2022 og í fyrru hálvu í 2023, og tá var 07 Vestur í betri skørum. Talan verður um fyrstu venjarabroytingina í fremstu mansdeildini í 2026.
Tað er ikki staðfest enn, hvør avloysir Schjønberg. 07 Vestur skrivar, at "arbeitt verður í løtuni við at seta ein nýggjan høvuðsvenjara".
Næsta uppgávan hjá botnliðnum er Víkingur á heimavølli leygardagin 13. juni. Harvið fær nýggi venjarin hjá 07 Vestur sín elddóp á sjálvum Country-festivalinum.
Dagført: 22.04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald