Seinasti leikdagur í Meistaradeildini hjá monnum byrjaði við einum málleysum javnleiki í Gundadali, sum eisini var rímiliga keðiligur. Har vóru tó málmøguleikar, og umboð frá bæði Víkingi og HB hildu, at man kundi fingið meira burturúr.
Hoyr eisini:
Jóhan Petur Poulsen: - Frægari enn seinast móti HB í Gundadali
Ari Mohr Jónsson: - Vit spæla ein fínan dyst men burdu fingið meira burturúr
Gert Hansen: Sakni meira framrættað spæl hjá HB og Víkingi
Tað eru framvegis trý stig, sum skilja Víking á 4. plássi og HB á 5. pláss
Í kvøld var veruligt fýrverk: 16 mál í trimum dystum og stórur spenningur. Aftur vístu liðini í niðaru hálvu tenn móti liðunum í ovara hálvu, og um man tekur eina samanteljing av teimum trimum dystunum, so sær hon soleiðis út:
Topp-trý: 4 stig
Lið í botn-fimm: 4 stig
Man kann siga, at tað burdi verið samanlagt meira til lægri liðini. Tí í 73. minutti á Toftum, har ósigraða B36 vitjaði, legði Sebastian Lau Nielsen B68 á odda 4-1 - tað var nærum meira eitt sjálvmál hjá Silasi Eyðsteinsson. Tað var málríkt í mjørkanum á Svangaskarði: 3-1 í steðginum og Innan eitt tíðarskeið á átta minuttir í 1. hálvleiki komu trý mál, umframt at B68 brendi eitt brotsspark.
B36 fall tó ikki í fátt. Torgeir Børven minkaði beint eftir 4-1 málið, síðani skoraði Bogi Reinert-Petersen sítt annað mál - við brotssparki - og eftir deyðbóltí yvirtíðini kom 4-4 málið (sjálvmál, Sebastian Lau Nielsen). Harvið bjargaði B36 sær eitt stig, tá tað sá bókstaviliga ógvuliga grátt út á Svangaskarði, og liðið hjá Jákup Martini Joensen er framvegis ósigrað. Teir á heimaliðnum stóðu leingi fyri flottum avriki men kunnu iðra seg um, at teir ikki fingu fult.
![]()
Sebastian Lau Nielsen skoraði, brendi brotsspark og gjørdi sjálvmál í einum villum mjørkadysti í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)
AB fekk hinvegin fult í kvøld, tá oddaliðið NSÍ vitjaði á Argjum. Tríggjar ferðir løgdu argjamenn seg á odda, og triðju ferð helt tað: Hetta var eftir, at ungi argjamaðurin Dánjal Danielsen á frálíkan hátt stútaði hornaspark frá Luca Throstensen, sum er skrásettur fyri upplegg til øll málini hjá AB - í málið. Hetta var í 91. minutti.
Ein flottur og søtur sigur hjá uppflytarunum. Liðið hjá Øssuri Hansen hevur vunnið sær væl uppiborin stig móti HB og KÍ í tíðaskeiðnum eftir "rakettbyrjanina", men undan dystinum í kvøld hevði AB ikki vunnið síðani 4. umfar. Nú eru fimm stig niður til strikuna og gott fótbóltslag á Argjum í landsliðssteðginum.
Hjá NSÍ var tapið ein stór strika í rokningini í oddastríðnum, har liðið hevur havt yvirvág størsta partin av kappingarárinum.
![]()
Ragnar Skála, sum her jagstrar Jógvan Kárason Gullfoss hjá B36, skoraði fyrsta málið hjá AB í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í Klaksvík var søgan tann sama, sum tá AB vitjaði í síðstu viku: Stórfavorittarnir vóru á odda 2-0 í steðginum, men eftir steðgin setti útiliðið seg á nógv og megnaði at minka um munin. Á Norðoyastevnu var tað klaksvíkingurin Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum skoraði til 2-1 í 59. minutti.
KÍ megnaði tó at halda fast og tey bæði góðu málini hjá Pálli Klettskarð fyri steðgin - etir upplegg frá Árna Frederiksberg sum spældi landskappingardyst nummar 400 - vóru nóg mikið. Liðið hjá Magnusi Powell kundi lyfta Norðoyastevnu. Nú eisini sum oddalið, hóast tað er ógvuliga tepurt.
![]()
![]()
Málini hjá Pálli Klettskarð lyftu KÍ upp á 1. plássið (Myndir: Jens Kr. Vang)
Sì fleiri myndir úr Klaksvík her
Hoyr eisini:
Árni Frederiksberg: Vit vinna, vit eru nummar eitt og tað er norðoyastevna
Jan Andreasen: - Nú er KÍ í støðuni man vil vera í
Støðan eftir tólv umfør:
![]()
Landsliðssteðgur er nú. 13. umfar verður spælt leygardagin 13. juni og sunnudagin 14. juni
------------------------------------------------------
Meistaradeildin 12. umfar
Í dag, leygardagin 29. mai
HB - Víkingur 0-0
Sí meira um dystin her
KÍ - EB/Streymur 2-1 (2-0)
5' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 1-0
36' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-0
Myndir: KÍ - EB/Streymur
AB - NSÍ 3-2
24' Ragnar Skála (Luca Ørsted Thorstensen) 1-0
31' Petur Knudsen 1-1
53' Brian Jakobsen (Luca Ørsted Thorstensen) 2-1
70' Marius Kryger Lindh (Jann Julin Benjaminsen) 2-2
90 (+1)' Dánjal Danielsen (Luca Ørsted Thorstensen) 3-2
Sí meira um dystin her
B68 - B36 4-4 (3-1)
13' Hanus Højgaard 1-0
27' Bogi Reinert-Petersen 1-1
33' Ramzi Toure Idrissou (Djóni Samuelsen) 2-1
35' Loick Jean Henri Lespinasse (Marjus Nón) 3-1
73' Sebastian Lau Nielsen (Torkil Úlvur Holm) 4-1
74' Torgeir Børven 4-2
81' Bogi Reinert-Petersen, br. 4-3
90 (+4)' Sjálvmál 4-4
Sí meira um dystin her
Í gjár, fríggjadagin 29. mai
Skála - 07 Vestur 2-1 (0-0)
48' Jonathan Timothy Flensborg 0-1
61' Simon Jørgensen, br. 1-1
74' Mawell Effiom (Markus Isaksen) 2-1
Viðmerkjarin hjá FM1: Skála ÍF vinnur ein fult uppibornan sigur
Les eisini: Skála svaraði aftur og vann seg uppum niðurflytingarstrikuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald