Fótbóltur

Adrian Justinussen flytir upp í Superliguna

AC Horsens greiddi sína skyldu móti Kolding í dag, og føroyski landsliðsspælarin endar sum javnsettur toppskjútti í næstbestu donsku deildini.

Adrian hevur spætl við Horsens í 2026 (Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

Adrian hevur spætl við Horsens í 2026 (Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

2026-05-31 18:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrru hálvu av kappingarárinum var ein føroyingur í Superliguni: Landsliðsmálverjin Mattias Lamhauge, sum í vetur fór úr Frederica til norska Strømgodset. Tá byrjað verður aftur eftir summarsteðgin verður ein annar føroyingur í fremstu donsku deildini.

Adrian Rúnason Justinussen skifti í vetur til AC Horsens úr Hillerød, og í dag tryggjaði Horsens sær uppflyting úr 1. division.

[object Object]Adrian Rúnason Justinussen var fremsti maður í dagsins dysti (Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

Hetta kom í hús við 1-0 heimasigri móti Kolding. Eitt stig var nóg mikið, og harvið endar liðið hjá Adriani á 2. plássi og flytir upp í Superliguni saman við Lyngby BK.

Dan Brimsvík er í starvi í Lyngby og var í vetur partur av venjaratoyminum hjá besta liðnum.

Adrian Justinussen hevur spælt í donsku 1. division í tvey og eitt hálvt ár. 28-ára gamli føroyski áleyparin, ið spældi 90 minuttir í dag, endar sum javnsettur toppskjútti í deildini. fyri 2025/2026. Hetta saman við Frederik Gytkær hjá Lyngby (12 mál)

[object Object]Stórur fagnaður á teimum í gulum eftir málið í dag (Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

Tey flestu av teimum tólv málunum skoraði Adrian Justinussen fyri Hilerød, ið endaði á søguliga góðum 4. plássi. Nú hevur hann verið at tryggja Horsens uppflyting til bestu donsku deildina.

Næsta uppgáva hjá Adrian er Baltic Cup venjingarkappingin við landsliðnum. Fyrri dysturin verður leygardagin 6. juni í Estlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder