Skotøkslin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu er framvegis í so mikið ringum standi, at føroyski spælskiparin ikki kundi spæla Final Four í EHF European League.
THW Kiel var triðja árið á rað millum tey seinastu fýra í næststerkastu evropeisku kappingini. Í hálvfinaluni leygardagin vann skaðadarvaða og formveika Kiel heldur óvæntað 29-28 á franska Montpellier í hálvfinaluni. Hetta var serliga takkað verið einum sterkum avriki frá týska landsliðsmálverjanum Andreas Wolff.
"Úlvurin" rakti ikki ein góðan dag í finaluni sunnudagin. Nebojsa Simic, sum Føroyar skulu royna at fáa tamarhald á í EM-undankappingini, vann málverjutvídystn, og Melsungen vann gysaran í Hamburg við einum máli.
Tað endaði 24-23 til MT Melsungen. Týskla felagið hevur nú vunnið fyrsta stóra steypið í søgu felagsins - og kann endaí Champions League næsta ár.
Tað kann THW Kiel, sum liggur á 5. plássi undan næstseinasta umfari í Bundesliguni, ikki. Harvið verður tað triðja árið á rað uttan luttøku í størstu evropeisku kappingini hjá týska stórfelagnum.
Framtíðin hjá venjaranum Filip Jicha er óviss, hóast kekkin gjørdi nýggjan sáttmála í fjør, og ivamál er eisini um ítróttarstjóran Viktor Szilagyi.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur sáttmála fyri 2026/2027 eisini. Fleiri altjóða hondbóltsmiðlafólk hava sett skjótt 24-ára gamla hoyvíkingini í sambandi við onnur feløg - møguliga frá summri 2027. Skjótt kann Elias á Skipagøtu samráðast við onnur feløg, men sum skilst er eingin endaliga støða um "longri" framtíð hansara tikin enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald