Fótbóltur

Eydna fyri Jensu

Jensa Tórolvsdóttir hevur givið avboð til HM-undankappingardystin móti Georgia, og í staðin er Eydna Olsen Dalheim úttikin.

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2026-06-01 07:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Føroyska A-landsliðið við kvinnum hevur sett kós ímóti Georgia, har tær fríggjadagin 5. juni skulu spæla HM-undankappingardyst.

Jensa Tórolvsdóttir hevur givið avboð til dystin, og í hennara stað hevur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari, úttikið Eydnu Olsen Dalheim.

Ungi víkingaleikarin er við A-landsliðnum fyri fyrstu ferð, men hon er ein royndur spælari. Eydna hevur spælt yvir 40 dystir á føroysku u-landsliðunum.

Dysturin ímóti Georgia verður spældur á David Petriashvili leikvøllinum í Tbilisi Georgia fríggjadagin 5. juni kl. 14:30 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder