Fótbóltur

James Milner hevur sett gaggurnar

40 ára gamli leikarin er tann, sum hevur spælt flest dystir í Premier League.

James Milner í Liverpool-búna (Savnsmynd: Oli Scarff/AFP/Ritzau Scanpix)

James Milner í Liverpool-búna (Savnsmynd: Oli Scarff/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-01 14:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

40 ára gamli enski fótbóltsleikarin, James Milner, er nú givin at spæla á hægsta stigi.

Tað skrivar hann sjálvur í eini dagføring á Instagram.

- Eftir 24 ár í Premier League kennist tað rætt hjá mær at gevast nú, skrivar hann m.a. í boðunum.

James Milner hevur metið sum tann, ið hevur spælt flest dystir í Premier League, 658 tilsamans.

Hann hevur spælt fyri feløgini Leeds, Newcastle, Aston Villa Villa, Manchester City, Liverpool og her til seinast Brighton. Hann gjørdist enskur meistari tvær ferðir við Manchester City og eina ferð við Liverpool.

Milner er eisini skrásettur fyri 61 A-landsdystir og eitt mál fyri England.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder