Hondbóltur

Tóki Friðriksson til íslendskan hondbólt

Hann skoraði 56 landskappingarmál fyri KÍF í fjør. Nú skal norðskálamaðurin royna seg í Stjarnuni.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-02 12:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tóki Friðriksson úr KÍF hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við íslendska hondbóltsfelagið Stjarnan.

21 ára gamli sterki strikuspælarin frá Norðskála skoraði sambært Handballstatz.com 56 mál í 19 dystum seinasta kappingarár í KÍF og var eisini partur av føroyska U21-liðnum, sum í fjørsummar vann HM-bronsu.

Stjarnan hevur heimavøll í Garðabær, beint uttan fyri Reykjavík.

[object Object](Mynd: IHF/Kollektiff)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder