Fótbóltur

Video: Áki Samuelsen livir stóra dreymin

Ungi havnadrongurin hevur gjørt dreymin til veruleika. Áki Samuelsen spælir í dag yrkisfótbólt uttanlands, og er nú eisini vorðin partur av A-landsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-06-04 23:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, kunngjørdi hópin til Baltic Cup 2026, var eitt spildurnýtt navn í A-landsliðshøpi millum teir 23 spælararnar, ið vórðu úttiknir.

Talan er um Áka Samuelsen, ið hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í HB, men sum seinastu árini hevur spælt sum professionellur fótbóltsspælari í fyrst Noregi, og seinasta hálva árið í bestu deildini í Svøríki.

Manslandsliðið luttekur í hesum døgum í Baltic Cup, og aftaná venjingina hósdagin fekk FSF Varpið orðið á Áka Samuelsen, ið er bæði glaður og errin um at vera partur av A-landsliðnum. Áki setir eisini orð á, hvussu tað er at liva stóra dreymin sum fulltíðir yrkisfótbóltsspælari uttanlands.

Føroyar spæla fyrra dystin í Baltic Cup leygardagin 6. juni klokkan 16:00, tá Estland tekur ímóti á Ranna Stadion í Pärnu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder