Hondbóltur

U15-menn: Ísland aftur munin

Úrslitið gjørdist 31-24, eftir at hálvleikstøðan var 15-12 til íslendingar.

(Mynd: Avaphotography/HSF)

(Mynd: Avaphotography/HSF)

2026-06-07 21:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HSF: Hóast Føroyar vóru omaná størsta partin av fyrra hálvleiki, so vóru tað íslendingar, sum eisini vunnu seinna vinardystin landanna millum á Eiði í dag. Úrslitið gjørdist 31-24, eftir at hálvleikstøðan var 15-12 til íslendingar.

Føroyar vóru omaná fyrstu 25 minuttirnar, men høvdu eina misjavna løtu seinastu 5 minuttirnar fyri hálvleik, og vóra tað tískil íslendingar, sum vóru frammanfyri 15-12 við steðgin. Dysturin var ferðmikil og var tað aftur Baldur Bartalsson, sum var serliga eyðsýndur í føroyska álopinum. Eins og í gjár gjørdi hann 6 mál í dystinum. Eisini høvdu føroysku málverjarnir fleiri bjargingar í mun til í gjár, har tað serliga var Finnur Eiri Clementsen, sum var eyðsýndur í fyrra hálvleiki. Ísland var drúgvari í seinna hálvleiki, har okkara høvdu heldur nógvar villir og brendar møguleikar í løtum. Munurin vaks nakað, áðrenn hann síðani minkaði aftur móti dystarlokið til 31-24.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Baldur Bartalsson 6
Rókur Reginsson 4
Róin Tjørná 3
Dánjal Peturson Djurhuus 2
Baldur Paulason 2
Heðin Mukwata Niclasen 2
Kevin Bech Fries 1
Jacob Slættalíð 1
Palli Petersen 1
Teitur Rógvason 1
Nikolas Nónklett 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder