Hondbóltur

U16-menn: Ísland eisini munin í seinna dystinum

Nógv ferð var á spælinum og verjunarnar góvu seg fult út, men íslendingar vóru omaná.

(Mynd: Avaphotography/HSF)

(Mynd: Avaphotography/HSF)

2026-06-07 21:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HSF: Seinni vinardysturin millum U16-dreingirnar hjá Føroyum og Íslandi líktist hinum fyrra. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men var Ísland stabilari yvir 60 minuttir. Ísland vann 31-26, eftir at teir vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

Høllin á Eiði var stúgvandi full til ungdómshondbólt av hægstu rók í dag. Nógv ferð var á spælinum og verjunarnar góvu seg fult út. Liðini fylgdust fyrstu 20 minuttirnar, men vóru tað íslendingar, sum høvdu stabilari spæl og drógu frá fram til hálvleiks, tá tað stóð 17-13. Í føroyska álopinum vóru tað aftur Jónas Fossabrúgv og Filip Wardum Ragnarsson, sum vóru mest eyðsýndir, har hin fyrrnevndi eisini var toppskjútti við 11 málum. Okkara minkaðu um munin í løtum í seinna hálvleiki, og vóru bert trý mál á muni tá 8 minuttir restaðu av dystinum. Ísland økti tó aftur seinastu løtuna til endaliga úrslitið 31-25.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jónas Fossabrúgv 11
Filip Wardum Ragnarsson 4
Christian Dal Christiansen 3
Aron Magnussen 3
Danjal Maslyk 1
Marius Behrens 1
Johan Waagstein 1
Niclas Eirikstoft 1
Carl Christian Codron 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder