Fótbóltur

Christian Eriksen: - Eg havi tað gott

Pacemakarin gjørdi tað hann skuldi. At verja meg tá eg hevði brúk fyri tí, sigur Eriksen, sum undir venjingardysti í gjár small um.

Spælararnir gjørdu ring rundan um Christian Eriksen tá hann small um í 64. minutti (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Spælararnir gjørdu ring rundan um Christian Eriksen tá hann small um í 64. minutti (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

2026-06-08 17:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danski landsliðsspælarin Christian Eriksen letur nú frætta frá sær eftir at hann undir venjingardysti móti Ukraina í Odense small um.

- Eg havi tað gott og eg eri heima hjá familju míni. Sum tit helst kunnu ímynda tykkum hevur tað, at fáa ein stoyt frá mínum ICD (pacemaker) havt stóra ávirkan á bæði meg og familju mína, men eg kann sissa øll við, at hetta var ein onnur støða enn tað, sum hendi í 2021. Eg havi tað gott, og støðan batnar, skrivar hann á Instagram.

Í 2021 small Christian Eriksen nevniliga eisini um undir einum dysti móti Finnlandi. Tað var í Parkini í EM-endaspælinum. Millum annað tí kom hetta sum ein veruligur skelkur á viðleikarar og eisini á onnur kring vøllin.

Hann takkar læknunum, sum hava tikið sær av honum og hjarta hansara gjøgnum árini.

- Takkað verið teirra serfrøði gjørdi pacemakarin júst tað hann skuldi. At verja meg tá eg hevði brýk fyri tí, skrivar Eriksen.

- Nú skal eg koma fyri meg, brúka tíð saman við familjuni, fara í feriu og spæla fótbólt saman við børnunum, skrivar Christian Eriksen.

[object Object](Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder