Fótbóltur

Royna seg í Riga klokkan 16

Seinni dysturin hjá føroyska manslandsliðnum í Baltic Cup verður móti Lettlandi, og er tað um 3. plássi. Dysturin sæst í Kringvarpinum - til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Hanus Sørensen í Nations League-dysti í Riga í september 2024. Føroyar taptu hendan dystin 1-0 - stutt seinni skoraði Hanus í heimadystinum móti Lettlandi, sum endaði 1-1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hanus Sørensen í Nations League-dysti í Riga í september 2024. Føroyar taptu hendan dystin 1-0 - stutt seinni skoraði Hanus í heimadystinum móti Lettlandi, sum endaði 1-1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-09 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku menninir endaðu aftast, fyrstu ferð teir vóru til Baltic Cup venjingarkappingingina. Hetta var í juni 2024 eftir tap fyri Estlandi (hálvfinala) og Lettlandi (dysti um triðja plássi).

Um hetta ikki skal endurtaka seg, so noyðast Føroyar at vinna á Lettlandi. Tað eydnaðist sum nevnt ikki í Baltic Cup fyri tveimum árum síðani og heldur ikki í Nations League í 2024. Tá taptu Føroyar 1-0 í Riga og spældu 2-2 á Tórsvølli í tí, sum gjørdist seinasti dysturin undir Håkani Ericson.

[object Object]
Føroyar løgdu seg á odda, tá Lettland vitjaði á Tórsvølli í oktober 2024. Men tað endaði 1-1 (Mynd: Andrei Antal/AVA Photography)

Føroyingar taptu tepurt fyri Estlandi leygardagin í einum tomum dysti. Harvið spæla Føroyar aftur um 3. plássi í venjingarkappingini, sum baltisku londini hava bjóðað til.

Broytingar kunnu væntast á liðnum hjá Eyðuni Klakstein í dag, nú talan er um venjingardyst smá trý samdøgur eftir tann seinasta. 

Dysturin byrjar klokkan 16 føroyska tíð og sæst í Kringvarpinum - til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum

Stendur á jøvnum eftir 90 minuttir verður farið til brotssparkskapping fyri at finna bronsuvinnaran í Baltic Cup.

Sí eisini: Bjartalíð: Deiligt at síggja landsliðsliðfelagarnar (Video)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder