2026-06-09 18:11
Næsta vikuskiftið fer U16-landsliðið hjá kvinnum til Íslands, har tær fara at spæla tveir landsdystir.
Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari
Talan er um tveir vinardystir móti Íslandi, sum verða spældir ávikavist leygardagin 13. juni og sunnudagin 14. juni.
Dystirnir verða spældir á Safamýri, sum er gamli heimavøllurin hjá Fram í Reykjavík.
Hesar eru úttiknar til dystirnar:
Málverjar:
Rósa Herup Egilstoft, Søljan
Fríða Adela Eriksen, H71
Útileikarar:
Poulina á Heygum, Søljan
Sofía Bárðardóttir, H71
Nana Yaa Deku, H71
Gyða Beata Djónadóttir, Neistin
Sigrid Hansdóttir, Neistin
Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal, H71
Aibritt á Plógv Hansen, Kyndil
Andrea Heinadóttir, Søljan
Helena í Skorini, Neistin
Olivia Kristiansen, H71
Anna Lamhauge, H71
Fía Nolsøe, H71
Hanna Thomsen, Neistin
Sunfríða Fonsdal Zachariasen, VÍF
Venjarar eru Mark Lausen-Marcher og Jórun Ludvig. Málverjuvenjar er Jovana Stranjanac, fysioterapeut Bára Krosslá Mortensen og liðleiðari Lydia Jacobsen
Leygardagin 13. juni
Kl. 16.00 Ísland – Føroyar
Sunnudagin 14. juni
Kl. 14.30 Ísland – Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald