Føroyar hava framvegis vunnið yvir helmingin av dystunum, síðani Eyðun Klakstein við toymi tóku við. Hetta er greitt eftir bronsudystin í fýra-landa venjingarkappingini Baltic Cup í dag: Dystur nummar 15 hjá manslandsliðnum síðani november 2024 og sigur nummar átta; harav eru fimm sigrar í kappingardystum og tríggir í venjingardystum.
Hetta var ein venjingardystur, men tað hevði tó týdning fyri Føroyar at vísa meira enn í 1-0 tapinum í Estlandi leygardagin. Tað gjørdu føroyingar eisini, tó at undirhaldsvirði ikki var tað størsta og spælið ikki tað mest flótandi í sólini í Riga. Til tíðir kundi man ynskt meira.
Føroyska liðið helt tó í stóran mun lettisku vertunum frá málmøguleikum, hevði rímiligt tamarhald og skapti fleiri vandastøður. Stutt fyri steðgin vóru nakrar slíkar, og serliga Jákup Biskopstø Andreasen var nær við.
Tað vísti seg eisini aftur, at føroyska liðið hevur fitt av breidd. Fimm broytingar vóru gjørdar í mun til seinasta dyst, og av teimum nýggju var Gullbrandur Øregaard úr Sandnes Ulf ein, ið vísti seg væl fram, eins og Geza David Turi á miðvøllinum. Áki Samuelsen spældi fyri fyrstu ferð frá byrjan í A-landsliðshøpi.
Teir innskiftu álopskendu spælararnir avgjørdu dystin. Petur Knudsen var við at fáa gott lív í og dribblaði seg í støðu at leggja Føroyar á odda. Tað gjørdi hann ikki, men stut seinni legði NSÍ-spælarin væl av til Jóannes Bjartalíð, sum ógvuliga væl fann Hanus Sørensen. Góð renning nakað til vinstru, púra røtt fyrsta nerting, og so setti vongurin bóltin í netið umvegis málverjan hjá Lettlandi.
Fimta A-landsliðsmálið hjá 25-ára gamla havnarmanninum í landsdysti nummar 28, og aðru ferð Hanus Sørensen skorar móti júst Lettlandi. Fyrru ferð var í Nations League-dysti á Tórsvølli í oktober 2024.
Hesaferð fegnaðist Hanus Sørensen á serligan hátt: Við at vísa eina undirtroyggu við einari vakrari heilsan til stórusystir sína, sum í løtuni stríðist við krabbamein.
![]()
Hanus Sørensen í Riga í 2024, tá Føroyar taptu fyri Lettlandi. Hesaferð eydnaðist hjá honum og landsliðsliðfeløgunum at vinna á baltiska liðnum - fyri aðru ferð í søguni
Petur Knudsen brendi ein stóran málmøguleika í dystunum fyri skjótt tveimum árum síðani. Í dag var NSÍ'arin aftur nær við - hann kom væl inn og var við í føroyska málinum (Savnsmyndir: Sverri Egholm)
Tað kom einki mál afturat, men tað var nærri 2-0 enn 1-1. Serliga í yvirtíðini eftir at Petur Knudsen varð feldur eftir gott mótálop. Petur skeyt sjálvur úr umleið 20 metrum, og bólturin rakti stongina.
Føroyar vunnu fyri aðru ferð í níggju royndum á Lettlandi. Seinast var í HM-undankappingardysti í 2016. Tað var eisini í Riga; tá skoraðu Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson í 2-0 sigrinum.
Harvið ein góðkendur endi uppá eina blandaða Baltic Cup-uppliving og ein fín upptakt til Nations League, sum byrjar síðst í september. Tá eru Slovakia, Kasakstan og Moldova mótstøðuliðini í einum bólki, har Føroyar kunnu fáa nógv burturúr av at standa seg væl.
---------------------------------------------------------
Baltic Cup 2026 - dystur um 3. plássið
Týsdagin 9. juni
Lettland - Føroyar 0-1 (0-0)
81' Hanus Sørensen (Jóannes Bjartalíð) 0-1
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen (85' Ari Olsen), Samuel Johansen Chukwudi (46' Arnbjørn Svensson) Gunnar Vatnhamar, L, Gullbrandur Øregaard (85' Viljormur Davidsen), Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (73' Noah Mnenéy), Géza Dávid Turi, Jákup Biskopstø Andreasen (62' Jóannes Bjartalíð), Áki D. Samuelsen (62' Hanus Sørensen) – Adrian Justinussen (73' Petur Knudsen)
Venjari: Eyðun Klakstein
Dagført: 19.48
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald