Hondbóltur

Leivur um lutakastið og HM: - Kennist sum næsta stigið fyri okkum sum landslið

Leivur Mortensen vil helst sleppa undan Danmark og Póllandi, men hevur einki ímóti um týsku vertirnir og okkurt meira fjarskotið kemur úr pottinum mikudagin. - Vit gleða okkum at síggja, hvørjum vit møta og hvar í Týsklandi vit skulu spæla.

- Eisini verður kappingin longri, enn hon er til EM. Hetta ger, at man eisni noyðist at fyrireika seg uppá at spæla fleiri dystir, sigur Leivur Mortensen um tað at skula spæla HM-endaspælið. Her sæst vongurin undir EM-endaspælinum í Oslo (Mynd: Jóanis Albert Nielsen/JN)

- Eisini verður kappingin longri, enn hon er til EM. Hetta ger, at man eisni noyðist at fyrireika seg uppá at spæla fleiri dystir, sigur Leivur Mortensen um tað at skula spæla HM-endaspælið. Her sæst vongurin undir EM-endaspælinum í Oslo (Mynd: Jóanis Albert Nielsen/JN)

2026-06-09 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað verður ótrúliga stórt. EM endaspølini hava verið fantastisk fyri okkum, og vit hava lært nógv av báðum endaspølunum, vit hava verið við í. Eitt HM er tó nakað nýtt fyri Føroyar. Tað kennist sum næsta stigið fyri okkum sum landslið.

Hetta sigur Leivur Mortensen, tá Portalurin spyr landsliðsvongin, hvat tað merkir fyri føroyska manslandsliðið í hondbólti at nú hava eitt HM-endaspæl á skránni. 

Plássið kom í hús, tá Føroyar livdu upp til favorittleiklutin móti Bosnia-Hersegovina í røkkstøkk-dystunum í mai. Øðrvísi hondbóltur í summum førum og eitt longri endaspæl enn tey undanfarnu, eru millum tingini sum nú eru í havsbrúnni hjá hondbóltsmonnunum:

- Vit vita, at stigið verður høgt, og at vit kunnu møta mótstøðuliðum, sum spæla hondbólt upp á aðrar mátar, men tað er eisini tað, sum ger tað spennandi. Eisini verður kappingin longri, enn hon er til EM. Hetta ger, at man eisni noyðist at fyrireika seg uppá at spæla fleiri dystir (í minsta lagi seks dystir í mun til tríggir, red.)

- Vit gleða okkum at síggja, hvørjum vit møta og hvar í Týsklandi vit skulu spæla. Vit vóna, at vit fáa líka góðan stuðul sum seinast vit vóru í Týsklandi, staðfestir Leivur Mortensen.

Týskland heldur enn Danmark - lið úr Afrika og Suðuramerika eisini á ynskilistanum

Tað verður í morgin, mikudagin 10. juni, klokkan 16 føroyska tíð, at 27-ára gamli vinstri vongurin og hini fáa at vita, hvørjum Føroyar møta fyrst í 2027.

Eisini verður greitt í hvørjum týskum býi Føroyar skulu spæla í. Tað er tó greitt, at Føroyar ikki skulu spæla í Stuttgart. Hetta er tí, at Frakland og Italia, sum eins og Føroyar eru í styrkisbólki (potti) 2, eru staðsett í hvør sín bólk í Stuttgart.

Lond eru staðsett í bólkar serliga orsakað av áskoðaramøguleikum

Sí eisini: Verður trupult at fáa fatur á HM-atgongumerkjum

Hetta merkir samstundis, at Føroyar ikki kundi enda í bólki saman við Egyptalandi ella Argentina. Hesi eru tey einasti í ovasta styrkisbólki, sum ikki eru staðsett frammanundan, men tey enda í Stuttgart.

Leivur Mortensen hevði annars valt Argentina úr tí hægsta styrkisbólkinum, men sum støðan er nú, vil vongurin royna seg móti týsku vertunum. Nógv heldur enn ferfaldu donsku heimsmeistarunum. 

Úr styrkisbólkinum undir Føroyum skal man avgjørt sleppa undan póllendingunum; teir vunnu á Føroyum í EM-endaspælinum í 2024. Katar fær eisini tummil niður frá Leivi, meðan Kap Verde og Uruguei eru á ynskilistanum

HM-Ynskibólkur hjá Leivi Mortensen:
Týskland, Føroyar, Kap Verde, Uruguei

HM-Marrubólkur hjá Leivi Mortensen:
Danmark, Føroyar, Pólland, Katar

---------------------------------------------

Drigið verður í átta bólkar, har eitt lið longu er ásett til hvønn bólk:
München, bólkur A: Týskland
Stuttgart, bólkur B: Italia
München, bólkur C: Kroatia
Stuttgart, bólkur D: Frakland
Kiel, bólkur E: Svøríki
Magdeburg, bólkur F: Portugal
Kiel, bólkur G: Danmark
Magdeburg, bólkur H: Ísland

Hesi eftirverandi londini verða drigin í teir átta bólkarnar:
Pottur 1: Egyptaland, Argentina *
Pottur 2: Slovenia, Noreg, Serbia, Spania, Føroyar, Norðurmakedonia
Pottur 3: Grikkaland, Pólland, Brasil, Bahrein, Tunesia, Kap Verde, Kina, USA
Pottur 4: Katar, Kuveit, Japan, Algeria, Angola, Uruguei, Saudi Arabia, Turkaland

* Føroyar kunnu ikki enda við at møta hesum liðunum, av tí at tey skulu til Stuttgart, har lið úr potti tvey longu eru.

Trý lið koma víðari úr hvørjum bólki

Lutakastið verður mikudagin 10. juni kl. 16.00 í München og kann stroymast á YouTube. Portalurin fer eisini at fylgja gongdini við beinleiðis bloggi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder