Hondbóltur

Lutakast klokkan 17: HM-lagnan kemur uppá pláss í kvøld

Drigið verður í München og eftir tað verður greitt, hvørjum føroysku hondbóltsmenninir møta í sínum fyrsta HM-bólkaspæli - og um Føroyar skulu til München, Magdeburg ella Kiel í januar. Til ber at fylgja við á Portalinum.

Á 21-ára føðingardegi sínum fær Óli Mittún at vita, hvørjum hann skal spæla sínar fyrstu dystir ímóti í einum vaksnamannaendaspæli. Her sæst føroyski profilurin í gjøgnumbroti í sigrinum móti Bosnia, ið sendi Føroyar til HM-endaspælið (Mynd: Sverri Egholm)

Á 21-ára føðingardegi sínum fær Óli Mittún at vita, hvørjum hann skal spæla sínar fyrstu dystir ímóti í einum vaksnamannaendaspæli. Her sæst føroyski profilurin í gjøgnumbroti í sigrinum móti Bosnia, ið sendi Føroyar til HM-endaspælið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-10 10:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mai kom HM-plássið uppá pláss við samanlagdum tryggum sigri á Bosnia-Hersegovina. Í dag verður greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í Týsklandi í januar.

Trý onnur lið vera í innleiðandi bólkinum og trý av fýra koma víðari til miðumfarið. Í kvøld verður eisini meira greitt, hvørjum Føroyar kunnu møta, um tað eydnast at liva upp til styrkismetingina (Styrkisbólkur 2) Tað skal vilja ógvuliga illa til í lutakastinum, um ikki Føroyar standa við góðum kortum fyri at koma víðari í fyrstu syftu.

Sí eisini: Leivur um lutakastið og HM: Kennist sum næsta stigið fyri okkum sum landslið

Um nakrar tímar kenna vit navnið á býnum, sum føroyingar skulu til í januar 2027. Tað verður München, Magdeburg ella Kiel. Stuttgart er ikki longur ein møguleiki, av tí at Italia og Frakland, sum eisini eru í næstovasta styrkisbólki, longu eru staðsett har.

Hetta merkir eisini, at Egyptaland og Argentina úr hægsta styrkisbólki ikki eru ein møguleiki - og so er tað spurningurin um atgongumerkjamøguleikar.

Les eisini: Verður trupult at fáa fatur á atgongumerkjum

Drigið verður í átta bólkar, har eitt lið longu er ásett til hvønn bólk:
München, bólkur A: Týskland
Stuttgart, bólkur B: Italia
München, bólkur C: Kroatia
Stuttgart, bólkur D: Frakland
Kiel, bólkur E: Svøríki
Magdeburg, bólkur F: Portugal
Kiel, bólkur G: Danmark
Magdeburg, bólkur H: Ísland

Hesi eftirverandi londini verða drigin í teir átta bólkarnar:
Pottur 1: Egyptaland, Argentina *
Pottur 2: Slovenia, Noreg, Serbia, Spania, Føroyar, Norðurmakedonia
Pottur 3: Grikkaland, Pólland, Brasil, Bahrein, Tunesia, Kap Verde, Kina, USA
Pottur 4: Katar, Kuveit, Japan, Algeria, Angola, Uruguei, Saudi Arabia, Turkaland

* Føroyar kunnu ikki enda við at møta hesum liðunum, av tí at tey skulu til Stuttgart, har lið úr potti tvey longu eru ásett (Italia og Frakland).

Trý lið koma víðari úr hvørjum bólki

Lutakastið verður í dag klokkan 17.00, føroyska tíð, í München.

Tað kann stroymast á YouTube. Portalurin fer eisini at fylgja gongdini við beinleiðis bloggi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder