Í annaðkvøld, hósdagin 11. juni, fer tað av bakkastokki: HM-endaspæl nummar 23 í røðini hjá monnum, sum í vavi verður tað størsta higartil.
Hetta verður tað fyrsta, sum verður í trimum ymiskum vertstjóðum: Meksiko, USA og Kanada. Síðstnevnda hevur ikki verið vertur áður, meðan hjá Meksiko verður tað fyri triðju ferð: Eingin tjóð hevur hýst HM í mansfótbólti oftari enn tvær ferðir.
USA var vertur í 1994. Hetta var seinastu ferð, at 24 lond vóru við. Tað fór upp til 32 ár í 1998, og nú 28 ár seinni verður talið víðkað til 48 lið.
Hetta hevur nógv ymisk ting við sær. Talan verður um tólv bólkar, har samanlagt 32 lond koma víðari. Nøkur spildurnýggj lond eru við - Curacao, Kap Verde, Jordan og Usbekistan - og yvir hundrað dystir skulu spælast: Samanlagt 104 innan fimm og eina hálva viku.
Lagt verður hóskvøldið, tá Meksiko tekur ímóti Suðurafrika á mæta Estadio Azteca í Meksiko býi. Dysturin byrjar klokkan 20 føroyska tíð - sum heild vera nógvir dystir seint á kvøld, um náttina og tíðliga um morgunin okkara tíð, vegna tíðarmunnin.
Allir bólkarnir síggjast niðanfyri
Bólkur A:
Meksiko
Suðurafrika
Suðurkorea
Kekkia
Bólkur B:
Kanada
Bosnia - Hersegovina
Katar
Sveis
Bólkur C:
Brasilia
Morokko
Haiti
Skotland
Bólkur D:
USA
Paraguay
Avstralia
Turkaland
Bólkur E
Týskland
Curacao
Fìlabeinsstrondin
Ecuador
Bólkur F:
Niðurlond
Japan
Svøríki
Tunisia
Bólkur G
Belgia
Egyptaland
Iran
Ný Sæland
Bólkur H
Spania
Kap Verde
Saudi Arabia
Uruguay
Tvey lond koma víðari úr hvørjum bólki, umframt átta av teimum tólv trý'arunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald