Hondbóltur

Føroyar fingu heldur keðiligt HM-lutakast

Bæði í mun til ta ítróttarliga - serliga tí Pólland kom úr potti trý - men eisini tí tað sær út til at fara at vera torført at fáa nógvar føroyingar til Magdeburg. Portugal er krútserka liðið í bólkinum, og Algeria er tað, sum Føroyar skulu vinna á.

Vilhelm Poulsen í gjøgnum borti í EM-dystinum móti Póllandi í 2024. Tá vunnu póllendingar, og í 2027 hittast liðini aftur í bólkaspæli í Týsklandi. Um Føroyar koma víðari, gongur leiðin til Hannover, har Vilhelm Poulsen dagliga spælir (Mynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen í gjøgnum borti í EM-dystinum móti Póllandi í 2024. Tá vunnu póllendingar, og í 2027 hittast liðini aftur í bólkaspæli í Týsklandi. Um Føroyar koma víðari, gongur leiðin til Hannover, har Vilhelm Poulsen dagliga spælir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-10 18:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður í fyrstu syftu Magdeburg í januar 2027. Um Føroyar enda aftast í bólkinum, skal liðið verða verandi í gamla Eysturtýklandi. Annars gongur leiðin víðari til miðumfar í Hannover.

Hetta er greitt eftir lutakastið til HM-endaspæl nummar 30 á manssíðuni - tað fyrsta har, sum Føroyar eru við í.

Føroyingar komu í bólk við Portugal, Pólland og Algeria, og skulu liðini spæla í GETEC Arena í døgunum 14. - 18. januar. Ikki nakað sum man beinleiðis kann stórfegnast um.

[object Object]Bólkur F í HM-endaspælinum - ikki nakar dreymabólkur

Trý lið koma víðari úr bólkinum til miðumfarið í Hannover

Portugal endaði nummar fýra í seinasta HM-endaspælið og nummar fimm í EM-endaspælinum í januar. Talan er um eina hondbóltstjóð í stórari menning, og føroyingar fara at hava hendurnar fullar við Costa-brøðrunum og fleiri øðrum.

At tað skuldi enda við Póllandi úr triðja styrkisbólki var ikki nummar eitt - tað var á pappírinum tað ringasta, sum kundi henda júst í sambandi við hendan pottin. Eisini hóast Pólland ikki tað sama sum áður. Væl veikari lið vóru millum møguleikarnar, og Føroyar fingu liðið, sum vann innanhýsis dystin í Berlin í 2024 (EM) úr styrkisbólkinum undir sær.

Algeria er eitt lið, sum føroyingar eiga at koppa í fyrsta dystinum. Men talan er um øðrvísi stíl og eitt land við nógvum HM-royndum; tó hevur norðurafrikanska landið oftast verið millum tey aftastu.

Ivasom áskoðarastøða

Høllin Magdeburg er tann í endaspælinum, sum tekur næstlægst tal av áskoðarum. Almenna talið er 6.500.

Trupulleikin er, at atgongumerki til týskarar, umframt portugisar, hava verið til sølu í eina tíð. Áhugin hevur verið stórur, og Hondbóltssamband Føroya skrivar, at í løtuni er sera avmarkað við atgongumerkjum til innleiðandi bólkaspælið í Magdeburg. Har eru nøkur dagsatgongumerki til fyrsta og triðja dystin.

Til ber at keypa á heimasíðuni www.handball2027.com

Soleiðis sær alt bólkaspælið út:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder