Í gjár, mikudagin 10. juni gjørdist greitt, hvørjum føroysku hondbóltsmenninir hitta í HM-bólkaspælinum í Týsklandi í januar 2026.
Bólkur F í HM-endaspælinum - ikki nakar dreymabólkur
Sí eisini: Føroyar fingu heldur keðiligt HM-lutakast
Skráin er sett, og føroyingarnir byrja við tí dystinum, har man fer at standa sum favorittur - mest sannlíkt stórur favorittur: Algeria verður fyrsta HM-mótstøðuliðið hjá Føroyum hóskvøldið 14. januar
Ein sigur móti norðafrikanska landinum, sum er tað lægst styrkismetta í bólkinum, verður eftir øllum at døma nóg mikið fyri at vinna sær víðari luttøku. Hetta er tí, at trý lið koma víðari úr hvørjum bólki.
Men tað snýr seg eisini um at vinna stig við víðari fyri at fáa betri treytir til miðumfarið, eins og kvinnurnar gjørdu í fjør.
Har verður dysturin móti Póllandi leygarkvøldið 16. januar ein lykladystur. Pólland var marrulutakastið úr potti trý, men tað var leingi tætt millum liðini, tá tey hittust í EM-endaspælinum í 2024. Tað kann tað eisini verða hesaferð.
Í seinasta bólkadystinum, mánadagin 18. januar, er Portugal á skránni. Á pappírinum greitt sterkasta liðið í bólkinum.
Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum í HM-endaspælinum 2027 liggja soleiðis:
Hósdagin 14. januar: Føroyar – Algeria
Leygardagin 16. januar: Føroyar – Pólland
Mánadagin 18. januar: Portugal – Føroyar
Allir verða spældir í GETEC Arena í Magdeburg
Les eisini: Vera eftir øllum at føma fáir føroyskir fjepparar í Magdeburg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald