Fótbóltur

Liverpool lyfti stóra steypið fyri sættu ferð

Í einari hálvgum keðiligari finalu í Madrid avgjørdi liðið hjá Klopp við málið fyrst og síðst í dystinum.

Liðformaðurin Jordan Henderson kundi sum tann fyrsti lyfta steypið í Madrid (Mynd: EPA)

Liðformaðurin Jordan Henderson kundi sum tann fyrsti lyfta steypið í Madrid (Mynd: EPA)

2019-06-01 22:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ársins Champions League finala gjørdist ikki nakað festfýrverkarí. Harafturímóti var tað ein afturvendan til tindin hjá mest vinnandi enska felagnum í evropeiskum fótbólti, ið kom eftir ein vælútførdan, klókan og disiplineraðan innsats.

Størsta søgan undan dystinum var, at Harry Kane, ið hevur verið úti í átta vikur, byrjaði inni. Sama støða var hjá Harry Winks. Eftir 25 sekund varð peikað á brotssparksblettin, tá bólturin kom upp á armin hja Moussa Sissoko. Mohammed Salah smekkaði bóltin í málið og gav harvið Liverpool eina frálíka byrjan uppá finaluna. Restina av hálvleikinum royndi Tottenham at byggja spælið upp og skapa okkurt. Tad gekk tó ógvuliga striltið móti vælskipaða Liverpool-liðnum.

Í 2.hálvleiki var myndin nakað tað sama. Tottenham kom nakað tættari einum møguleika, men leikferðin var lág og flogið lítið. Liverpool hevði góðan møguleika, tá innskifti James Milner skeyt framvið, men annars var tað ikki nógv liðið kom við frameftir vøllinum.

Sum minuttirnir gingu kom Tottenham til nakrar fínar skotstøður; m.a innskifti Lucas, vælleikandi Son, og tættast kom Eriksen við frísparki, ið Allison bjargaði væl. Beint sum Tottenham skuldi seta seinasta trýstið inn, punkteraði Liverpool dystin. Eftir ein deyðbólt datt bólturin til Origi, ein av hetjunum frá Barcelona-dystinum, ið við vælplaseraðum vinstrabeinsskotið legði Liverpool a odda 2-0.

Harvið vann Liverpool finaluna millum bæði Premier League-feløgini og fremstu kapping í Evropa fyri sættu ferð; fyrstu ferð síðani 2005. Hetta var fyrsta steypið hja Liverpool síðani League Cup í 2012, og harvið fyrsta steypið hjá Jurgen Klopp ið hevur ført Liverpool aftur á tindin. Vónbrot hja Pochettino og co. í fyrstu Champions Legue í søgu felagsins.

Champions League-finalan 2019, Wanda Metropolitano

Liverpool - Tottenham 2-0(1-0)

‘2 Mohammed Salah 1-0
‘87 Divock Origi 2-0

placeholder
placeholder