Hondbóltur

Hákun og teir skulu royna at koma aftur í Champions League finaluna

Bresta saman við vinnarunum í fjør, og týsku meistarunum, Magdeburg í hálvfinaluni leygardagin klokkan 14.

Hákun West av Teigum spældi eina frálíka Champions League-finalu í fjør við sjey málum - tað rakk tó tíverri ikki til gull hjá týska høvuðsstaðarfelagnum (Mynd: EPA)

Hákun West av Teigum spældi eina frálíka Champions League-finalu í fjør við sjey málum - tað rakk tó tíverri ikki til gull hjá týska høvuðsstaðarfelagnum (Mynd: EPA)

2026-06-11 11:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í januar verður Hákun West av Teigum lyklaspælari hjá Føroyum, tá søguligt HM-bólkaspæl er á skránni í Magdeburg.

Sí eisini: HM: Leggja fyri móti Algeria 14. januar

Leygardagin skulu føroyski høgri vongurin og Füchse Berlin royna at koppa SC Magdeburg í royndini at koma aftur í Champions League-finaluna. 

Annað árið á rað eru Hákun og Füchse í Final Four í Champions League. Stóra finaluvikuskifti í Köln byrjar leygardagin við hálvfinalunum leygardagin.

Fyrst, klokkan 14 føroyska tíð, verður "týskarahálvfinalan". Magdeburg og Füchse hava verið tey sterkastu týsku liðini seinastu árini: Liðini hittust í Champions League-finaluni í fjør, og hóast sterkt avrik frá Hákuni West av Teigum (sjey mál), vann Magdeburg.

Liðið við millum annað stóru íslendsku profilunum hevur hetta kappingarárið vunnið týska meistaraheitið aftur frá Füchse Berlin. Leygardagin 13. juni er finalupláss uppá spæl millum liðini.

Aalborg og Barcelona eru í hinari Champions League-hálvfinaluni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder