HM-startsskotið ljóðaði í Meksiko býi í gjár, og tað var buldri og braki.
Fyrst við stórfignari setan, har Shakira og onnur framførdu á vøllinum, og í 9. minutti í byrjanardystinum var stórur fagnaður á Azteca leikvøllinum: Julian Quinones smekkaði bóltin í suðurafrikanska málið, og meksikanski vongurin gjørdist fyrsti HM-málskjúttin í 2026.
![]()
Quinones, ið er føddur í Kolumbia, verður fagnaður fyri fyrsta málið í kappingini (Mynd: Alfredo Estrella/AFP/Ritzau Scanpix)
Tað var Yaya Sithole, sum misti bóltin í sambandi við meksikanska leiðslumálið, og suðurafrikanski miðvallarin varð rikin av vølli tíðliga í 2. hálvleiki, tá hann takklaði sum aftasti maður.
![]()
Ein takkling sum aftasti maður...(Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix)
...og tað kostaði (Mynd: Carl De Souza/AFP/Ritzau Scanpix)
Heimaliðið spældi ikki sannførandi, men miðskeiðis í hálvleiki fluttu teir í grønum bóltin væl, og eftir gott innlegg úr høgru kundi meksikanski stjørnuáleyparin Raul Jimenez lættliga stúta bóltin í netið.
![]()
Jimenez hevur nógvar royndir úr Premier League, og stútari hansara í 67. minutti sló so at siga meksikanska sigurin fastan (Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix)
2-0, og so var í roynd og veru avgjørt. Móti endanum komu tó tvey reyð kort - eitt til hvørt liði. Tað fyrra varð dømt við VAR (fyri slag í andlitið), og tað seinna, til meksikanska miðverjan Cesar Montes, var ógvuliga tunt.
Fyrsti HM-byrjanardysturin við trimum reyðum kortum og tann fyrsti HM-dysturin síðani 2006 við so mikið nógvum. Men í Meksiko er HM-fepurin komin langt upp.
Suðurkora vendi tí og vann uppiborið
Tann fyrsti náttardysturin fyri okkum evropearar, var spældur í Guadalajara. Har var fyrsta evropeiska liðið í eldinum: Kekkia, sum sendi Danmark út í røkkstøkkdystinum.
Liðið tapti 2-1 á Tórsvølli í undankappingini - og tapti eisini 2-1 í gjár.
Kekkar løgdu seg annars á odda við deyðbólti, ið var tað, sum liðið hótti mest við. Men Suðurkorea var leikliga omaná og við góðum málum í 67. og 80. minutti vendi Suðurkorea dystinum og fekk trý týðandi stig.
![]()
Suðurkorea vann 2-1 í Guadalajara (Mynd: Paul Childs/Reuters/Ritzau Scanpix)
HM 2026
Bólkur A:
1. Meksiko 3 stig
2. Suðurkorea 3 stig
3. Kekkia 0 stig
4. Suðurafrika 0 stig
1. umfar
Hósdagin 11. juni
Meksiko - Suðurafrika 2-0 (1-0)
![]()
Fríggjadagin 12. juni
Suðurkorea - Kekkia 2-1 (0-0)
![]()
Í kvøld klokkan 20 spæla Kanada og Bosnia-Hersegovina tann kanadiska byrjanardystin, meðan USA leggur frá landi í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald