Føroysku hondbóltur hevur tikið stór fet seinastu árini, og tað sæst eisini aftur í størstu kappingunum.
Tá Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum skifti til ávikavist THW Kiel og Füchse Berlin, kundi man væntað, at man fór at síggja føroysku landsliðsprofilarnir í nógvum Champions League-dystum.
Tað er tó framvegis stórt, at Føroyar nú trý ár á rað hava havt umboð til Final Four í størstu evropeisku kappingini fyri lið: Tá ein rúgva av hondbólteygu vórðu vend ímóti stóru Lanxess leikhøllini í Köln í fjør og fyrraárið, so kundi man síggja ávikavist Hákun og Elias.
Hjá vonginum og liðfeløgunum úr týska høvuðsstaðnum eydnaðist at vinna seg í Champions League finaluna, og har spældi Hákun West av Teigum ein frálíkan dyst. Sjey føroysk mál vóru tó ikki nóg mikið fyri Füchse, sum tapti fyri Magdeburg
Sí eisini: Hákun skein seinast hann spældi í Köln
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald