Fótbóltur

HB vann oddadystin móti KÍ

Gestirnir úr Havn fingu einasta málið í dystinum og eru nú oddalið í Meistaradeildini hjá kvinnum.

(Savnsmynd: RS Media / HB)

(Savnsmynd: RS Media / HB)

2026-06-12 23:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lea Lisberg skjeyt einsamalla málið tá KÍ og HB brustu saman í Djúpumýru í Klaksvík í kvøld. Málið kom í 69. minutti.

Tað hevur við sær, at HB leggur seg greitt á odda í grundspælinum í Meistadeildini hjá kvinnum við 28 stigum. KÍ hevur 22 stig, men hevur spælt ein dyst færri.

Tá liðini hittust í mai endaði 2-2. Annars hava bæði liðini vunnið allar sínar dystir higartil í ár.

Trý umfør eru eftir í grundspælinum og síðani verður delildin býtt upp í ovara endaspæl og niðara endaspæl. Øll stigini frá grundspælinum fylgja við til endaspælið.

HB hevur 07 Vestur og Skála ÍF eftir, meðan KÍ hevur Skála ÍF, 07 Vestur og NSÍ eftir.

Tveir aðrir dystir vóru eisini leiktir í kvøld. Víkingur vann 4-0 á 07 Vestur og B36 vann 1-0 móti Skála.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder