Eftir landsliðssteðg verður lagt til brots aftur í Meistaradeildini hjá monnum í dag, leygardagin 13. juni. Spælt verður í Sørvági og við Løkin, og er talan um fyrstu dystirnar í 13. umfari
13. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í dag, leygardagin 13. juni
15.00: 07 Vestur - Víkingur (FM1)
19.00: NSÍ - B36 (FM1)
Í morgin, sunnudagin 14. juni
15.00: Skála - KÍ
15.00: EB/Streymur - B68 (FM1)
17.15: AB - HB (FM1)
Klokkan 19.30 í morgin byrjar sendingin 3. hálvleikur, sum tekur samanum umfarið, á FM1.
Sí eisini: Abraham Løkin: - Eg ringdi bara til Richard Møller Nielsen
Tór Ingar Akselsen hevur tikið við í 07 Vestur, eftir at samstarvið við Michael Schjønberg endaði síðst í mai. Fyrsta uppgávan hjá fyrrverandi stórspælara og hjálparvenjara felagsins, sum høvuðsvenjari hjá botnliðnum, er Víkingur. Liðini spældu málleysan janvleik í Sarpugerði fyrst í mai
hjá Jóhan Peturi Poulsen vann tveir teir seinastu dystirnar undan landsliðssteðginum og kann nærkast minst einum av teimum trimum fremstu liðunum í dag.
Countryfestivalur er í Sørvági, og tað kann seta sín dám á. FM1 sendir beinleiðis úr Sørvági frá klokkan 13
Myndir: Fríggjakvøld á Countryfestivalinum
NSÍ og B36 eru ájøvn í stigum - eisini við KÍ. Harvið er nógv uppá spæl í Runavík í kvøld: Talan er um lykladyst í oddastríðnum.
B36 vann innanhýsis dystin millum liðini, sum var í Gundadali 4. mai (2-0). Torgeir Børven er farin, og ivamál er um, hvørt lyklaspælarar sum Heini Vatnsdal eru tøkir aftur eftir skaða.
NSÍ tapti fyri AB beint undan landsliðssteðginum, og misti harvið takið á sjálvum oddasessinum. Hann kann vinnast aftur í dag.
FM1 sigur frá bæði við Løkin og í Runavík. Til ber eisini at fylgja við gongdini í tveimum teimum fyrstu dystunum eftir landsliðssteðgin ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald