2026-06-13 18:42
Aftur í dag var 10-mannafarsróðurin spennandi tá róð var á Skálafjørðinum.
Í mun til kappróðurin á norðoyastevnu fyri tveimum vikum síðani fingu allir bátarnir ein javnan start, og síðani vór utað Ormurin Langi og Klaksvíkingur sum drógu frá.
Í endaspurtinum var tað Ormurin Langi sum var stinnastur og Havnarbáturin var lítið aftanfyri.
Klaksvíkingur endaði aftur í dag á triðja og aftasta plássi.
Róð verður aftur á jóansøku í Vági næsta leygardag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald