Hann spældi fyrra hálvleik í fyrra Baltic Cup dystinum móti Estlandi fyri viku síðani. Men Brandur Hendriksson Olsen sat uttanfyri móti Lettlandi og eisini í oddadystinum hjá NSÍ móti B36 í kvøld.
Sí eisini: NSÍ vann greitt á B36 og legði seg á odda í deildini
Tað er tað ein orsøk til. NSÍ kann í kvøld vátta, at Brandur Hendriksson Olsen skal undir skurðviðgerð vegna ein krossbandsskaða í knænum.
Tað var uppá tal í mars, men útfrá støðuni tá, valdi skálvíkingurin at fáa eina blokadu og seinastu tíðina hevur tekniskt sterki sentrali miðvallarin spælt nakað.
Les eisini: Brandur skal hava eina blokadu - ikki undir skurð
Nú er tó ein nýggj støða, sum NSÍ greiðir soleiðis frá:
- Brandur hevur stríðst við knæið í eina tíð, og eftir nærri meting er nú avgjørt, at tíðin er komin at fáa trupulleikan loystan við skurðviðgerð, so hann kann fáa bestu fortreytirnar fyri eina góða og væleydnaða endurvenjing.
NSÍ staðfestir, at felagið stuðlar fult og heilt hesi avgerðini og fer at gera sítt til, at Brandur fær bestu umstøðurnar í endurvenjingartilgongdini - eisini at øll stuðla spælaranum, sum tey eru vís í fer at koma aftur "sterkari enn nakrantíð".
Brandur Hendriksson sum liðformaður á landsliðnum í sigri á Gibraltar í 2025 (Mynd: Sverri Egholm)
Smeitur fyri NSÍ og landsliðið
Tað verður tó ikki enn. Skurðviðgerðin merkir, at Brandur Hendriksson ikki verður tøkur til venjingar ella dystir restina av kappingarárinum.
Tað verður stórur saknur í honum hjá NSÍ, sum er væl við í FM-stríðnum, og skjótt er Conference League eisini á skránni hjá felagnum.
Føroyar hava Nations League-dystir í heyst, sum kunnu vera ógvuliga týdningarmiklir. Har noyðist Eyðun Klakstein at vera bóltsnillingin við góða spælskilinum fyri uttan.
30-ára gamli Brandur Hendriksson Olsen er tvær ferðir áður skurðviðgjørdur fyri krossband í knæðnum. Hann hevur eisini sáttmála fyri 2027 við NSÍ.
Dagført: 22.39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald